Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvussu er gongd í haga skipað í Norðurlondum? Hvørja ávirkan hava ognarviðurskifti á atgongdina til náttúruna? Hvørjar skyldur og avmarkingar eru í alramannarættinum?

Millum annað hesi evni eru á skránni, tá Hagafelag Føroya týsdagin 16. november skipar fyri ráðstevnuni ”Gongd í haga í Norðurlondum”.

Ráðstevnan verður í Smæruni í J.H. Schrøtersgøtu 7 í Havn og er frá kl. 13-17.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva føroyingum høvi til at kunna seg um, hvussu gongd í haga er skipað í okkara grannalondum og stimbra til eitt upplýst kjak um, hvørja loysn vit ynskja í Føroyum.

Skráin er hendan:

kl. 13.00 Magnus Rasmusen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, setir ráðstevnuna

kl. 13.15 Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelagnum bjóðar vælkomin

kl. 13.20 Håvard Steinsholt, lektari við Institutt for eiendom og juss á Norges miljø- og biovitenskapelige universitet: ”Fri ferdsel; praktisk-juridiske perspektiver på allemannsrett - med norsk utgangspunkt”.

kl. 14.20 Steðgur

kl. 14.50 Siri Meland og Bente Lier, Norsk Friluftsliv: Allemannsretten og friluftslivet i Norge.

Kl. 15.15 Rasmus Schou Christensen, Friluftsrådet (DK): ’Friluftsliv i Danmark – som politisk aktør og om adgang til naturen’.

kl. 15.45 Steðgur

kl. 16.00 Mona Lisa Wernesten, Svensk Friluftsliv: ”Svenskt Friluftsliv och Allemansrätten”

kl. 16.30 Eki Karlsson, Suomen Latu, Finland: “The Finnish Plentiful Outdoor Activities are Based On Everyman’s Rights.”

kl. 17.00 Ráðstevnan endar Ráðstevnan er almenn og ókeypis.

Neyðugt er at hava koronupass ella líknandi skjalprógv við, ella negativa koronutest, ið ikki er eldri enn 48 tímar, fyri at luttaka á ráðstevnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo