Kringvarpið: Higartil eru hagapengarnir í Mykinesi millum annað brúktir til eina nýggja altartalvu og walkie-talkie, sum verða brúkt í sambandi við súluveiðu.
Men gøtan út í Mykineshólm eigur at verða raðfest fyrst, sigur Pól Sundskarð, sum er ferðaleiðari og eigari av hiking.fo.
Gøtan er í ringum standi, og hon hevur eisini verið stongd fyri allari gongd, tí mett var, at ikki er gangandi út í Mykineshólm.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo