Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SMS: Partaeigararnir í P/F SMS hava endaliga avhendað øll partabrøvini til stóra íslendska samtakið Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum. Partarnir skrivaðu undir keypssáttmálan í gjár, tann 27. november.

Sp/F  NM Holding og P/F Farcod hava átt helvt um helvt av P/F SMS. Samstundis sum Hagar hf hevur yvirtikið øll partabrøvini í P/F SMS, hava fyrrverandi eigararnir í føroyska Samtakinum keypt so nógv partabrøv í Hagar hf, at føroysku partaeigararnir nú teljast ímillum 15 teir størstu eigararnar í stóra íslendska samtakinum.

Niels Mortensen, ið eigur Sp/F NM Holding, heldur fram sum stjóri í P/F SMS. Hann heldur tað hava stóran týdning, at fyrrverandi partaeigararnir í P/F SMS kunnu halda fram sum partaeigarar á hægsta stigi í íslendska samtakinum, har teir framvegis fáa ávirkan á virksemið í SMS-samtakinum.

- Vit kunnu halda á at menna P/F SMS saman við øllum okkara dugnaligu starvsfólkum, har vit fáa nýggjar møguleikar í nýggjum kørmum. Okkara framúr góðu og trúføstu starvsfólk hava í áratíggju ment SMS-samtakið til eina týðandi og høgt virðismetta fyritøku í føroyska samfelagnum, og nú halda vit ferðina fram saman við Hagar hf, sigur Niels Mortensen. 

Stjórin í P/F SMS metir, at tað fer at gagna viðskiftafólkunum hjá Miklagarði, Bónushandlunum og Mylnunum, at P/F SMS er innlimað í eitt risastórt samtak við einum stórum altjóða netverki. Fyri P/F SMS er m.a. talan um rakstrarfyrimunir, nýggjar menningarmøguleikar og økt vøruúrval,

Hagar hf. rekur íslendsku Bónus-ketuna, oljufeløg, klædna-handilsketuna Zara og mangt annað serstakt virksemi í Íslandi. Samtaksstjórin í Hagar hf, Finnur Oddsson, fegnast um keypið og bjóðar P/F SMS væl-komnum upp í Hagar-familjuna.

- P/F SMS er ein væl rikin fyritøka, sum hevur ein týðandi leiklut í Føroyum. P/F SMS bjóðar bíligar gerandisvørur og góðar upplivingar, tá farið verður til handils, og tað er í tráð við missiónina hjá Hagar hf. Vit eru errin av at átaka okkum ábyrgdina at eiga P/F SMS, og vit vilja halda fram at stuðla menning og vøkstri, sum gagnar føroyingum, staðfestir Finnur Oddsson.

Íslendsk pensjónsfeløg eiga meginpartin av Hagar hf, sum hevði umleið eina milliard evrur í umsetningi í fjør. 2.500 fólk starvast dagliga í samtakinum, og tað svarar til umleið 1.450 fulltíðarstørv. Umsetningurin hjá P/F SMS var umleið 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá P/F SMS svarandi til 286 fulltíðarstørv.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo