Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í morgun varð hakin settur í fyri Føroya Arena við nýggja innkomuvegin til Havnar. Sáttmáli varð undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Articon um byggingina tann 29. september, og eftir ætlan skal høllin standa klár í 2025.

Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 milliónir krónur. Høllin hevur eina grundvídd uppá 4.600 fermetrar, er í trimum hæddum við eini samlaðari gólvvídd uppá 8.350 fermetrar.

Føroya Arena verður bygd við Stórutjørn uppi í Hoyvík og er sostatt geografiskt mitt í landinum. Høllin er við Ringvegin, sum knýtir saman nýggja innkomuvegin til Havnar frá Eysturoyartunlinum við høvuðsstaðarøkið og innkomuvegin frá Sandoyartunlinum.

Sostatt fara útivið 90% av øllum føroyingum í 2023 at hava góða atkomu til stórhøllina. Høllin skal hýsa stórum ítróttartiltøkum, konsertum, ráðstevnum, og mentanartiltøkum av alskyns slag - og ikki minst ein vøll, sum hevur altjóða góðkenning til at vera heimavøllur hjá einum stórum parti av innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Føroya Arena er skipað sum ein sjálvsognarstovnur og nevndin er mannað av umboðum fyri Tórshavnar kommunu, Visit Faroe Islands, Ítróttarsamband Føroya og Vinnuhúsið. Í nevndini eru Heðin Mortensen, formaður, Guðrið Højgaard, næstformaður, Annika Olsen, Elin Heðinsdóttir Joensen og Bergur Poulsen.

Bygginevndin er mannað av Trónda Sigurdsson, Tummasi Justinussen og Niels Mortensen. Jógvan Emil Nielsen er samskipari og skrivari hjá báðum nevndunum.

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo