Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Søgurnar fóru sjálvandi at ganga eftir venjingardystin móti AB har Hákun spældi við. Hann sannførdi eisini venjaran, Michael Schønberg, og skrivaði síðan undir sáttmála áðrenn dystin móti barndómsfelagnum B68, mikukvøldið.

25-ára gamli miðvallarin hevur longu roynt seg í fleiri feløgum, eisini í Danmark við Vendsyssel, har hann fekk nakrar dystir á besta liðinum, og seinast í B36. Hann hevur spælt 120 dystir í Betri Deildini, umframt nógvar ungdómslandsdystir við í fleiri aldursstigum.

Edmund og liðfelagarnir skuldu eftir ætlan spæla dyst í morgun kl. 11, men hann er útsettur. So vit bíða í spenningi til at sleppa at síggja Hákun í 07 Vestur-blusuni aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo