Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Hákun Nón og Rani Ákason hava í morgun vunnið 2-1 (21-19, 18-21, 15-11) á einum liði úr Armenia.

Við tað at liðið úr Armenia tapti teirra fyrsta dyst í morgun, eru Hákun og Rani vísir í, at teir enda á í minsta lagið 2. plássi í innleiðandi bólkinum.

Um teir vinna næsta dystin á liðið úr Andorra, so enda teir á 1. plássi í bólkinum.

Hetta er tó uttan týdning, tí teir hava við sigrinum í morgun longu vunnið seg víðari í kappingini og skulu nú næstu dagarnar leika í sjálvum endapspælinum um evropiska meistaraheitið í sandflogbólti fyri U18 dreingir.

Hetta er søguligt fyri føroyskan flogbólt og onki minni enn eitt bragd.

Osla og Maria Teresa byrjaður fyrr í morgin. Tær taptu 2-0 (21-18, 21-8) ímóti liðið úr Aserbadjan. Her var týðiligt, at nógvi hitin darvaði ungu genturnar, sum hava aldur til somu kapping aftur næsta ár.

Næsti dysturin var ímóti liðið úr Armenia. Hendan taptu genturnar 2-1 (17-21, 21-7, 15-11). Harvið eru Osla og Maria Teresa liðnar við teirra kapping á hesum sinni.

Hákun, Rani, Osla og Maria Teresa leika í tí, sum fyri tey eru nýggjar og óvanligar umstøður. Hitin í Georgia er 32 stig í skugganum, og tey leika í sólini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo