Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Danmark hevur fingið nýggja stjórn, og millum fyrstu boðini er, at tey ætla sær at avtaka Dýra biðidag. Grundgevingin fyri hesum er reint búskaparlig. Tað gevur fleiri arbeiðstímar og sostatt størri inntøkur og harav skattainntøkur. Sambært DR skulu eyka pengarnir m.a. brúkast til at økja útreiðslurnar til verjumál.

At avtaka ein halgidag fyri at fáa ráð til fleiri vápn! Ikki júst ein gleðiboðskapur, nú stundar til jóla.

Hetta eru av sonnum harmilig tíðindi at frætta. Eitt er tað reint kirkjuliga inntrivið. Men eisini fyri onnur eru halgidagar av stórum týdningi. Hetta eru dagar, tá flest øll hava frí og sostatt hava møguleika at hittast til alskyns høvi, átrúnaðarliga sum verðsliga.

Eitt er, at fólk hava møguleika fyri at leggja sær egnar feriudagar til ymisk endamál. Halgi- og merkisdagarnir kunnu tó meiri og annað enn hesir, tí teir geva flestøllum frí samstundis. Hesir dagar eru einastandandi høvi til at røkja felagsskapin, heldur enn bara at individualisera frítíðina. Samfelagið er nóg individualiserað sum er, og tørvur er á at skapa rúm fyri at vera saman um onnur áhugamál enn arbeiði.

Áttu heldur at fingið fleiri halgi- og merkisdagar
At avtaka halgidagar fyri búskaparligan løtuvinning er sjálvandi ein stuttskygdur háttur hjá tí almenna at fáa endarnar at røkka saman. ”Riget fattes penge”, sum danir taka til við tilsiping til oyðsl Christians fjórða – krígskongin mikla. Men skjótt er hesin vøksturin etin upp, og pengar fara aftur at resta í. Hvat er so at gera? Skulu halgi- og merkisdagarnir bara strikast ein fyri ein, so hvørt sum pengar vanta í almennu kassunum?

Heldur áttu vit at farið hinvegin: at fingið fleiri halgi- og merkisdagar, har vit kunnu savnast. Eg havi áður eftirlýst ein halgidag um heystið, t.d. Allahalgannadag og møguliga eisini Allasálnadag. Tíðarbilið er dekan ov langt frá Ólavsøku til jóla. Sjálvandi forðar hetta stuttskygdum búskaparvøkstri, men vit verða so nógv ríkari á annan hátt: sosialt, mentanarliga, menniskjuliga.

Enn kunnu vit í hvussu er gleða okkum til tríggjar fragdríku jóladagar í næstum. Tað ræður um at njóta teir, tí hvør veit? Kanska fer onkur fíggjarmálaráðharri í neyð at skjóta upp at strika 2. jóladag fyri at bøta um arbeiðsútboðið – og síðani kanska 2. páskadag og 2. hvítusunnudag… Tað er ikki so langt síðani at jólaaftan gjørdist frídagur hjá teimum flestu.

Halgi- og merkisdagarnir eru privilegiir, ið vit eiga at læra okkum at seta prís upp á, tí annars kann saktans henda, at fíggjarliga sperdir politikarar taka teir frá okkum – fyri landskassans løtuvinning.

Gleðilig jól, øll somul!

Sámal Matras Kristiansen,
organistur o.m.a.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo