Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Matstovan Hallartún, sum liggur á nýggja, altjóða hotellinum á Staravegnum í Havn, Hilton Garden Inn Faroe Islands, letur upp í kvøld, hóskvøld 22. oktober kl. 18.

Matstovan hevur íblástur úr franska bistro-stílinum, og dentur er lagdur á føroyskar rávørur.

Tað er Jákup Sumberg, sum stendur á odda fyri matstovuni.

„Vit gleða okkum at lata upp og borðreiða við øllum tí góða, sum vit hava sett saman til okkara gestir. Í Hallartúni er ferðin høg. Góðska, nógvur og góður smakkur við einføldum borðreiðingum eyðkenna matin í Hallartúni,“ sigur Jákup Sumberg, høvuðskokkur.

Í sambandi við, at matstovan skuldi hava navn, varð ein navnakapping útskrivað, men dómsnevndin samdist ikki um nakað av innkomnu uppskotunum. Tí vórðu boð send eftir máltænastuni hjá Sprotanum, sum kom við navninum Hallartún.

Í grundgevingini verður sagt soleiðis:

„Hil er tað sama sum hill.

Ton er upprunaliga norrønt tún, sum merkir bøur, gerði, tún.

Navnið á matstovuni skal á sín serstaka hátt spegla navnið HILTON í orðtýdningi og sniði og kortini vera egið og føroyskt.

Tú kemur inn í stóra høll – høgt til loft, vítt til veggja – einki ber uppfyri, einki skerjir sýnið; tú kundi eins væl sitið í túninum og notið bitan, meðan tú skoðar oman yvir Hoydalar.

Tú situr í eini høll og einum túni um somu tíð.

Tú fært ta stórbæru høllina og tað heimliga føroyska túnið bregdað saman til HALLARTÚN.“

Í sambandi við, at matstovan letur upp, hevur Jákup Sumberg saman við restini av toyminum sett saman eina upplatingarmatskrá fyri serprís við laksi, lambi og leskiligum tiramisu omaná fyri serprís. Til ber at lesa meira um á hallartun.fo, har tú eisini kanst bíleggja borð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo