Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ársins steypafinala hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 7. oktober - Mynd: Bjarni Enghamar

Ársins steypafinala hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 7. oktober - Mynd: Bjarni Enghamar

Ársins steypafinala hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 7. oktober - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: NSÍ er fjórða liðið, sum hevur spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Hetta gjørdist greitt mánakvøldið, tá kvinnurnar úr Runavík vunnu 4-0 á útivølli móti 07 Vestur. Í steðginum var annars málleyst, men í seinna hálvleiki setti NSÍ tingini upp á pláss.

Lena Olsen skoraði tvær ferðir, meðan Dania Olsen og Helga Mikkelsen gjørdu hvør sítt mál.

Sunnudagin vóru hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar á skránni. Í Havn vann KÍ 1-0 á HB, á Skála vann B36 2-0 á EBS/Skála, og í Gøtu var eingin ivi, har Víkingur vann 8-1 á TB/FCS/Royn.

Hvussu liðini møtast í hálvfinalunum, verður avgjørt við lutakasti, sum verður í Televarpinum í annaðkvøld, og tá verður eisini avgjørt, hvussu hálvfinalurnar um Løgmanssteypið verða spældar.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum eru nevniliga á skránni í morgin, týsdagin. Klokkan 17:00 fara AB og 07 Vestur á vøllin Inni í Vika á Argjum, og klokkan 18:00 byrja dystirnir millum B68 og NSÍ, B36 og HB, og Skála og EB/Streym.

Hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar 11. juni og 27. august, meðan hálvfinalurnar hjá monnum verða 28. juni og 27. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo