Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Summar Festivalurin: Nú legst Hamradun aftrat skránni fyri Summar Festivalin 2023.

Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann hevur verið við til at skapa og menna.

Hamradun var stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við til tiltøk ymsastaðni í Europa.

Hamradun hevur áður spælt á Summar Festivalin, og tað hava verið framúrskarandi konsertir. Tí fegnast Summar Festivalurin um, at Hamradun spælir á landsins størsta tónleikatitaki í ár.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo