Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Á tiltaki hjá Sinnisbata í Smæruni á altjóða sálarheilsudegnum tann 10. oktobur handaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sálarheilsuviðurslønina 2024 til Lív Egholm og Óluvu Poulsen, sum í mong ár hava starvast á Psykiatriska deplinum og hava uppiborðið eina viðurkenning fyri teirra góða arbeiði.

Lív hevur seinastu 14 árini arbeitt sum fysioterapeutur og Óluva seinastu 24 árini sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Tær eru nærlagdar, róligar og hava báðar ein serligan eginleika at síggja heila menniskjað og knýta sambond.

Smæran var nærum fullsett til tiltakið. Jóannes Joensen, ið beint nú er aktuellur í sendingini ”Bass Elvis og Jesus á Mallorka”, framførd tvey løg, og vóru samrøður og forteljingar úr psykiatriini m.a. á skrá.

Røðan hjá landsstýrismanninum lesast her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo