Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Klaksvíkar kommuna: Arbeiðið, at fáa handilshølini við Biskupstorg klár, hevur drigið út, men nú er endalig støða tikin til, at tað vera Kaffihúsið Fríða, Norðoya Kunningarstova, 2U, Motus Sport, Madame Vælvera og Vøggan, sum øll fáa stór og snotilig høli á veghæddini við Biskupstorg. Saman fara tey at skapa lív og fjølbroytt virksemi í miðbýnum.

Mimmy Vágsheyg, sum eigur Kaffihúsið Fríða sigur, at hon er ómetaliga spent at flyta virksemið oman í Biskupstorg.

- Vit eru øll líka spent og glað fyri júst hesa samansetingina og eru vís í, at vit saman vera við til at skapa júst tað lívið, sum miðbýnum tørvar.

Eisini Tóra Johansen úr Vestmanna, sum eigur og rekur Vøgguna sigur, at hon gleðir seg til uppgávuna.

- Vit hava nógvar fittar kundar úr Norðoyggjum, og tí er tað serliga spennandi fyri okkum, at koma tættari teimum. Vit selja nógva vøru, sum í løtuni ikki fæst í Norðoyggjum, og tí meta vit, at okkara virksemi kann geva eitt gott íkast til fjølbroytta handilsvirksemið, sum annars er í Klaksvík.

Farið verður nú undir at gera øll handilshølini klár, soleiðis at tað kann verða klárt hjá øllum at flyta inn í vár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo