Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tann 69 ára gamli niðurlendingurin Emile Ratelband fer nú í rættin fyri at gerast 49 ár.

Hann argumenterar við at hann emosjonelt og fysiskt "følir" seg yngri.

Niðurlendingurin, sum er føddur í 1949, er ikki nøgdur við sín veruliga aldur, tí hann ger at tað bæði er torført hjá sær at finna kærleikan og arbeiði.

– Sum 69 ára gamal eri eg avmarkaður, men sum 49 ára gamal fái eg keypt mær eitt nýtt hús, og eisini koyrt ein annan bil. Eg fái arbeitt meira. Eg fái ikki svar á Tinder sum 69 ára gamal. Við andlitinum eg havi, og sum 49 ára gamal, standi eg í eini luksusposisjón, sigur niðurlendingurin við The Guardian.

Niðurlendingurin samanber sítt ynski um at skifta aldur við at vera transseksuellur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo