Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hann er nevndur 'slaktarin frá Khan Younis' og 'deydningur til gongu'. Og tey siga, at hann var heilin aftanfyri yvirgangsálopið á Ísrael 7. oktobur í fjør.

Og nú hevur Ísrael eftir øllum at døma beint fyri honum.

Her eru fimm upplýsingar um Yahya Sinwar, mannin, sum longu áðrenn hann bleiv politiskur leiðari í Hamas var kendur sum ein harður hundur.

1 - langtsíðani útnevndur sum arvingur og fíggindi nummar eitt
Tá Ísrael í juni beindi fyri táverandi politiska leiðaranum í Hamas, Ismail Haniyeh, peikaðu pílarnir á Yahya Sinwar sum nýggi maðurin á ovastu rók. Ikki bara pílarnir í muslimska heiminum. Ísrael hevði langtsíðani gitt, at hetta var maðurin.

2 - brutalur maður við brutalum eyknevni
Sinwar bleiv limur í Hamas beint eftir at felagsskapurin varð stovnaður í 1987, og hevur búð ein stóran part av lívinum í tunlunum undir Gaza. Hann stóð fyri innanhýsis ráa og harðrenda politinum í Hamas. Har skal hann hava avhoyrt og við stoltleika og egnum hondum pínt og avrætta fólk sum vóru undir illgruna fyri at samstarva við Ísrael. Hann skal hava givið boð um at grava fólk livandi. Og hann fekk tíðliga eyknevnið 'slaktarin úr Younis'. Ísraelski forsætisráðarrin, Benjamin Netanyahu, kallaði hann ein 'deydning til gongu', tí hjá Ísrael var bert ein spurningur um at finna lagaligu løtuna til at beina fyri honum.

3 - lærdi seg hebraiskt í ísraelskum fongsli
Hann sat yvir 22 ár í ísraelskum fongsli, har hann hevði fingið fýra ferðir lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið fólk sum samstarvaðu við Ísrael.
Í fongslinum bleiv hann skjótt leiðari ímillum fangarnar, sum søgdu at hann var 'harðrendur, máttmikil, manipulerandi og útspekuleraður'. Tað var eisini ímeðan hann sat í ísraelskum fangatippi, at Sinwar lærdi seg hebraiskt - málið hjá jødunum.

4 - slapp leysur tá tey býttu um fangar
Í 2011 skrivaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, undir eina avtalu um fangabýti. 1.027 palestinskir fangar vórðu lætnir leysir í býti við ísraelska hermannin Gilad Shalit sum fimm ár frammanundan varð tikin fangi av Hamas. Ein av teimum 1.027 palestinsku fangunum var Yahya Sinwar, og slaktarin frá Khan Younis var aftur ein fríur maður.

5 - føddur í flóttarfólkalegu
Yahya Sinwar var føddur í flóttarfólkaleguni Khan Younis har suðri í Gazageiranum í 1962. Foreldrini gjørdust flóttarfólk, tá staturin Ísrael var settur á stovn í 1948. Her gekk hann í barnaskúla og las hareftir arabiskt mál á islamiska universitetinum í Gaza.

kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo