Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hann hevur gjørt tað áður, og bæði bøkur og filmar eru gjørdir um hann, eftir at hann uppundir fíggjarkreppuna í 2008 sá tað, sum ongin annar sá. Ongin lurtaði eftir honum, men hann legði sínar íløgur til rættis sambært tí, hann væntaði fór at koma, og gjørdist steinríkur.

Nú heldur Michael Burry, at vit eru á veg inn í ein aldudal, sum hann í einum twitter boðum nevnir "vetrartíð".  Miðlarnir sita undir hvørjum orði, hann skrivar, hóast hann, sum hann plagar, stutt eftir strikar boðini á twitter.

Michael Burry heldur, at forbrúksmentanin sum myndugleikarnir hava eggjað til við alskyns hjálparpakkum, fer at kosta okkum dýrt.

- Brúkarin velur at keypa uppá borg sum onganíð áður, tí inflatiónin er so høg. Heldur átti hann at roynt at minka um skuldina, sigur hann í boðunum á twitter.

Michael Burry spyr eisini retoriskt, um nakar minnist tá tað var ein trupulleiki, at fólk spardu ov nógv og brúktu ov lítið.

- Tað er ikki trupulleikin í dag. Covid-tyrlupengar hava lært okkum at brúka aftur, og tað hevur gjørt okkum bundin.

Miðlarnir eru ikki heilt á einum máli um, hvussu boðini hjá Michael Burry skulu skiljast. New York Post heldur, at lítið er at ivast í, at Michael Burry sipar til nógvu ferðina á búskapinum, sum eisini hevur elvt til ovurhondsstóru inflatiónina í USA sum í juli var 8,5%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo