Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hanna í Horni er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Íslands.

Hon tekur við 1. septembur, tá ið hon avloysir Hallu Nolsøe Poulsen, ið hevur verið sendikvinna í Reykjavík síðani 2020.

Hanna í Horni er 48 ára gomul og doktari í International Relations frá Swansea University. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2008 og frammanundan starvaðist hon í tvey ár á Sendistovu Føroya í Brússel sum málsviðgeri og skrivari.

Í sínum starvi í Uttanríkistænastuni hevur Hanna eitt nú arbeitt við viðurskiftum millum Føroyar og Ísland og umboðað Føroyar í Arktiska Ráðnum.

Seinnu árini hevur Hanna umsitið menningarsamstarv og neyðhjálp umframt mannarættindasáttmálarnar, ið Føroyar eru fevndar av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo