Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Merkisdagar

Løgmálaráðið: Í dag hevði eg tann heiður at lata heiðurstekin til Hans Ludvig Djurhuus, sum í 50 ár hevur tænt politinum við trúfesti, ábyrgd og virðing.

Tað er sjáldsamt at møta einum einstaklingi, sum hevur lagt so nógv í tænastuna og enn í dag er ein virkin og virðismikil partur av tilbúgvingini.

Hans Ludvig Djurhuus hevur í hálva øld verið ein lykilpersónur í løgregluni sum løgreglumaður, sýslumaður og leiðari á politistøðini í Klaksvík. Hann hevur havt ein týðandi leiklut í tilbúgvingini í Norðoyggjum, Eysturoynni og Skálafjørðinum. Hetta er eitt greitt tekin um trúfesti og ábyrgd, sum vit í dag fingu høvi at vísa virðing fyri. Hansara arbeiðsháttur hevur altíð stuðlað undir gott samstarv millum løgreglu, brandfólk og bjargingarfeløg.

Við hesum heiðurstekni vil landsstýrið og Føroya fólk takka honum fyri trúgva og virðismikla tænastu.

Hjartaliga tillukku, Hans Ludvig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo