Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag, 2. september 2018, fyllir vinnulívsmaðurin, íverksetin og ítróttarmaðurin Hans Mortensen 75 ár.

Hans Mortensen var føddur í Tórshavn undir seinna heimsbardaga, og har vaks hann upp. Foreldrini vóru Ebba og Niels Gustav Mortensen, sum bæði róku handilsvirksemi í høvuðsstaðnum.

Eftir lokna skúlagongd fór Hans í bankalæru í Føroya Banka, og í 1965 byrjaði hann á Niels Brock í Keypmannahavn, haðani hann tók prógv í 1967. Hans starvaðist í tvey ár í Magasin du Nord á Kongens Nytorv í Keypmannahavn, áðrenn hann vendi heimaftur at stovna egna fyritøku og at vera við til at skipa handilsliga umhvørvið í Føroyum av nýggjum.

Hans Mortensen var m.a. við til at leggja lunnar undir mongu handilsstevnurnar í Havn í sjey- og áttatiárunum.

Tíðliga í sjeytiárunum vóru ætlanir um at víðka miðbýin í Havn, har umstøðurnar vóru vorðna ov trongar til vaksandi ferðsluna og økta handilsvirksemið. Býráðið umrøddi m.a. møguleikan at gera eitt nýtt handilsøki í framhaldi av nýggja apotekinum, sum skuldi byggjast við Tinghúsvegin, og her sá Hans møguleikan at leggja eina handilsmiðstøð.

Hans fekk loyvi at arbeiða við hesi ætlan, hóast nógv mótstøða eisini var ímóti ætlanini, og 2. november 1977 læt SMS upp. Síðani hevur SMS verið karmur um ein stóran part av handilslívinum í Havn, har lívligt og fjølbroytt virksemi hevur havt við sær, at neyðugt hevur verið at broyta karmarnar og byggja út, síðani báðar tær fyrstu lonirnar lótu upp fyri meira enn 40 árum síðani.

Hans Mortensen var stjóri í SMS frá tí, at felagið var stovnað í 1976 til 2007, eftir at hann longu í 1996 so líðandi hevði latið soninum, Niels Mortensen, alsamt fleiri leiðsluuppgávur. Í 2007 tók Hans seg úr samtakinum, ið síðani hevur verið í áhaldandi menning, og sum í dag í høvuðsheitum fevnir um Mylnurnar, Bónus-handlarnar, royndarstovuna Thetis umframt ognarlutir í øðrum fyritøkum.

Framskygni, framburður og viljastyrki eyðkenna Hans Mortensen, sum miðskeiðis í áttati-árunum eisini hevði ætlan um ein vitanar- og granskaradepil á Sundi – sonevndi Sundsdepilin. Endamálið var at menna føroyskar vørur og útflutning, men hendan ætlanin fekk ongantíð neyðugu undirtøkuna.

Hans Mortensen hevur í sínum virksemi dugað at tikið við íblástri uttanlands, samstundis sum hann hevur megnað at varðveitt føroysk eyðkenni og føroyskan uppruna í øllum, hann hevur tikist við. Tað ber til at siga, at langt áðrenn onnur sóu menningina, sum fór fram í handilsligum virksemi úti í heimi, hevði Hans longu hugsað hesar broytingar sum samrunnan part av føroyskum handilslívi.

Hans legði stóran dent á, at SMS fekk eitt føroyskt byggisnið, og hann hevur í handilsbløðum, lýsingum og dagliga virkseminum lagt doyðin á føroyska málið, soleiðis at vit í dag hava eitt væl gróðursett føroyskt handilsmál. Fyri sítt ótroyttiliga málsliga ágrýtni fekk Hans Mortensen í 2015 móðurmálsvirðislønina.

Hans Mortensen hevur eisini havt eitt virkið ítróttarlív, har hann íðkaði hondbólt á høgum stigi og tók lut í felagsarbeiðinum. 20 ára gamal gjørdist hann formaður í Neistanum í 1963, og í 1964 var hann við á fyrsta føroyska manslandsliðnum í hondbólti. Hann var eisini venjari hjá landsliðnum í 1976, tá manslandsliðið í hondbólti var við í C-HM í Portugal, har føroyska landsliðið stóð seg betur enn bæði Stórabretland og Belgia.

Tað er sostatt ein sera virkin maður, sum í dag kann hátíðarhalda 75 árini saman við sínum kæru. Hans Mortensen eigur børnini Elisabeth Christiansen (fødd Mortensen) og Niels Mortensen saman við Birgith Aslaugh Mortensen (fødd Sivertsen). Hann gjørdist einkjumaður í 2001, tá Birgith andaðist av herviligari sjúku. Hans Mortensen er eisini abbi og langabbi, og í 2007 giftist hann uppaftur við Marjun á Plógv.

Hjartaliga tillukku við 75 ára degnum. 

vinir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo