Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ríðisambandið: Tað var stórur spenningur undan kappingini í gjár, serliga í Tvíspor vaksin er sera javnt, trý ross vóru jøvn í stigum. 

Fyrsta greinin kappast var í var Skeið, her vóru Kór og Beinta Debes aftaná ein uppvísningsigur á ólavsøku, mett at hava bestar møguleikar. Tey raktu tó ikki dagin og fóru í lop báðu ferð og vóru harvið diskaði.

Kappingin gjørdist tó sera spennandi og einans ein hundrandapartur av einum sekundi var á muni millum nummar eitt og tvey. Munin átti Sina við Brand í Dali, tey gjørdist nummmar eitt við tíðini 10,97 og Stígur við Hera Dahl var nummar tvey, tíðin hjá teimum var 10,98. Nummar trý gjørdist Viti við Jónu Ólavsdóttir. 

Tøltkappingina vann Brynjar við Regini Johannessen á baki, nummar tvey var Dagfinn og Hildigarð D. Hansen og nummar trý var Klettur hjá Mogens W. Olsen Travkappingina vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen og nummar tvey gjørdist Freyr hjá Biritu Lútzen. 

Tvíspor ung vann Sílfa við Ásu Bárðadóttir, tær báðar hava verið sera sannførandi í summar, vert er eisini at leggja sær í geyma at tær báðar áttu bestu tíð av øllum hendan dagin. Nummar tvey var Táttur og Eva L.S Klemmentsen og nummar trý Urd við Silju Geirsdóttir. Tvíspor annan flokk vann Tindur hjá Hans Paula Poulsen, nummar tvey var Pegasus og Vár Joensen og nummar trý Tittan við Geir Wardum á bakið.

Tvíspor fyrsti flokkur man sjáldan hava verið so javnur sum í gjár, trý ross vóru við og tað var bara 14 hundrandapartir av einum sekundi frá nummar eitt til nummar trý.

Av tí at breytin í Vágum bara loyvir tveimum rossum at ríða í senn, bar ikki til at øll vóru saman, so Marengo við Regin Johannessen og Freyr við Onnu Magnussen riðu fyrst.

Hetta man vera ein tann mest spennandi riðilin í Vágum í longri tíð, tvey góð ross og reiðfólk fylgdust alla leiðina, men á málinum stakk Freyr múlan fram og vann riðlin við tveimum hundrandapartum av einum sekundi.

Nú skuldi Hans Pauli Poulsen so royna seg við Svannu, føroyameistarin frá fjør skuldi helst vinna fyri at betra um møguleikan at endurvinna FM. Tí undan kappingini vóru hesi trý rossini jøvn í stigum.

Vanliga verður tað ikki mett sum ein fyrimunur at renna einsamallur, men tá er so eingin sum órógvar.

Svanna rann eisini sera gott á degnum, og so skuldi bíðast eftir hvat dómsvognurin hevði at siga um tíðina.

Tað vísti seg tó at Svanna hevði bestu tíð, bara 12 hundrandapartar av einum sekundi betri enn Freyr, men tað var nokk hjá teimum at vinna á degnum og leggja seg á odda í FM stríðnum. So ikki kann sigast annað enn at hetta var ein góður dagur hjá veteraninum Hans Paula Poulsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo