Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stýrið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy hevur samtykt at seta Hanus Toftheyggj í starv sum leiðara í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy er eitt kommunalt samstarv, sum frá 1. januar 2015, vegna kommunurnar í Suðuroynni, umsitur bú- og heimatænastu til eldri í Suðuroynni.

Hanus Toftheyggj  býr í Hvalba, er 36 ár og hevur tikið eina Bachelor í Almennari fyrisiting og ein Master í løgfrøði. Hann hevur síðan 2015 arbeitt sum fulltrúi í Almannaverkinum og  er í løtuni í gongd við eina akademiútbúgving í leiðslu.

Bú- og Heimatænastan telur um 150 starvsfólk. Tænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlir, røktarheim, dagtilhald og mattænastu.

Hanus tekur við starvinum eftir Annu Djurhuus, sum fer frá vegna aldur, og byrjar hann  1. september í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo