Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hanus Sørensen verður við frá byrjan ímóti Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hanus Sørensen verður við frá byrjan ímóti Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hanus Sørensen verður við frá byrjan ímóti Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Føroyska A-landsliðið við monnum spælir í dag fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í hesum døgum. Klokkan fimm seinnapartin, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Kekkia, fara Kekkia og Føroyar á vøllin á Andrúv Stadion í Olomouc.

Seinna venjingardysturin verður í Pristina í Kosovo leygardagin 19. november klokkan 17:00, føroyska tíð.

Hópurin kom til Kekkia seint sunnukvøldið, og síðani hava Håkan Ericson, landsliðsvenjari og Eli Hentze, hjálparvenjari havt tvær venjingar við teimum 24 spælarunum, ið eru við á ferðini.

Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu eru, ið venjararnir senda á vøllin frá fyrsta bríksli. Teirra millum er Hanus Sørensen úr HB, ið fær sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.

Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, ið samstundis fær sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Meinhard Olsen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Rene Shaki Joensen og Mads Boe Mikkelsen, og fremsti maður verður Klæmint Olsen.

Bonkinum, og til reiðar at koma inn, sita Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Gilli Sørensen, Martin Agnarsson, Samuel Chukwudi, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jann Benjaminsen, Andrias Edmundsson, Noah Mneney, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Patrik Johannesen og Pætur Petersen.

Í venjingardystum er loyvt at fremja seks inn- og útskiftingar. Tó er bert loyvt at nýta tríggjar steðgir í dystinum, umframt í hálvleikinum, til skiftingarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo