- Kann USA her og nú vátta, at USA onki hevði at gera við sabotaguna? Tann spurningurin var havdur á lofti á fundinum í ST trygdarráðnum í nátt, har ST sendimaðurin hjá Russlandi, Vasily Nebenzia, eisini segði, at tað má vera veistlurómur hjá orkufeløgunum í USA, nú útlit eru fyri einum køldum vetri í Europa og amerikanskir orkuveitarar tí kunnu síggja fram til meirsølu, tí Nord Stream gassleiðingin er óvirkin, helst vegna sabotagu.
Richard M. Mills, sum umboðaði USA á fundinum, vísti øllum tosi um at USA skuldi hava ein fingur við í spælinum, tá hol kom á gassleiðingina, aftur og segði, at talan er um russiskar konspiratiónsteoriir.
ST trygdaráðið samtykti eina yvirlýsing sum USA og Albania skutu upp. Yvirlýsingin fordømir russisku innlimanina av pørtum av Ukraina. 10 lond atkvøddu fyri, Russland brúkti sín sýtingarrætt og India, Kina, Brasil og Gabon atkvøddu blankt.
15 limir eru í ST trygdarráðnum.
Danmark og Svøríki høvdu undan fundinum í nátt sent eitt skriv til ST trygdarráðið um spreingingina á Nord Stream gassleiðingini. Í skrivinum greiddu londini frá tí, tey vóru komin fram til í sínum kanningararbeiði.
Men virkandi formaðurin í ST trygdarráðnum, Navid Hanif, segði á fundinum í nátt, at tað fyribils er av størri týdningi at hugsavna seg um avleiðingarnar av tí sum er hent, heldur enn um hvør hevur gjørt tað.
Hann minti millum annað á, at útleiðingin av fleiri 100 milliónum rúmmetrum av metangassi er nógv meira skaðiligt fyri umhvørvi enn um talan var um CO2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo