Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mánadagin í vikuni kom nýggj hárfríðkanarstova á Argjum, sum umframt at fríðka hárið eisini hevur neglateknikara og kosmetolog.

Hárfríðkanarstovan Park by Beinta er við í ketuni Park, sum merkir, at hon hevur burðardyggar Park-vørur at selja.

Eitt sum er eyðkent fyri hesar vørur er, at tá tú hevur keypt vøru og ílatið er tómt, so kanst tú lata tóma ílatið aftur og fáa 20 krónur fyri tað, ella lata peningin til tey sum rudda havið.

Beinta sigur við VP, at síðani mánadagin hevur hon havt úr at gera og fingið góðan stuðul.

Fríggjadagin komandi er ætlanin at hava móttøku, og verður hon frá klokkan 16.30.

Park by Beinta hevur eisini heimasíðu - trýst her

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo