Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

70 ára gamli Hollywood filmsframleiðarin, Harvey Weinstein, sum fyrr er dømdur at sita 23 ár í fongsli í New York, skal fyri rættin í Los Angeles í dag fyri enn fleiri ákærir um við valdi at hava neyðtikið og á annan hátt at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnur í filmsvinnuni í eitt tíggjuáraskeið.

Eisini er ákæra reist í London um líknandi mál.

Íroknað tveir teknarar sleppa bara 24 journalistar inn í rættarhølið í Los Angeles í dag at siga heiminum frá um ákærurnar.

Við 340 tilnevningum og 81 Oscarvinningum var Harvey Weinstein fremstur í Hollywood við framleiðslufeløgunum Miramax og The Weinstein Company innan hann varð koyrdur úr og útihýstur úr øll filmsvirksemi í Hollywood.

New York Times journalistarnir Megan Twohey og Jodi Kantor hava í bókini "She Said" í 2019 skrivað um hendingarnar, sum byrjaðu #MeToo rørsluna.

Týski leikstjórin Maria Schrader, sum fyrr hevur gjørt film um seinastu tíðina í lívinum hjá Stefan Zweig, hevur nú gjørt film um hendingarnar, tá Weinstein verður avdúkaður.

Eins og í metsølubókini hjá forlagnum Penguin er filmsheitið "She Said".

Filmsfelagið, sum eisini vísti filmum hjá Schrader um Zweig, fer at vísa filmin her heima.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo