
Fyrsta uppgávan hjá nýggju tvíkiljuni Tvørfelli hjá Hiddenfjord. Mynd: VP

Fyrsta uppgávan hjá nýggju tvíkiljuni Tvørfelli hjá Hiddenfjord. Mynd: VP
SSL boðar frá at Hasfjord hevur tekniskt brek og er nú sleipaður burtur frá ferjuleguni á Gomlurætt, so Teistin fær lagt at.
SSL skrivar, at eftir ætlan verður siglt smbr. ferðaætlan fyri leið 60 og leið 61 tað ið eftir er av degnum.
- Teistin siglur eykatúr hósdag 22. september kl. 14:30 av Gomlurætt og kl. 15:05 úr Skopun. Til hesar túrarnar ber ikki til at bíleggja pláss umvegis bíleggingarskipanina; víst verður til bilraðirnar í Skopun og Gomlurætt, skrivar SSL.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo