Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Att: Niels Juel Arge, stjóri Strandfaraskip Landsins

Kommunurnar í Sandoynni hava frætt, at meiningin hjá Strandferðsluni er at taka Hasfjord úr sigling 1 mai 2023.

Um hettar verður gjørt, verður hettar ein katastrofa fyri Sandoynna og alt virksemi í oynni.

Um hettar verður gjørt sum vit ikki rokna við, so sláa tit beinini undan øllum vinnulívi í Sandoynni.

Flestu borgarstjórar hava fingið at vita frá stjóranum í Eystur- og Sandoyartunlum, at tað ikki verður koyrandi fyrr enn í desember 2023 ella seinni.

Tí gevur hendan ætlan onga meining, og vit mótmæla hesa vitleysu ætla uppá tað harðasta.

Heri Sverrason, borgarastjóri Sands kommuna
Gerhard Lognberg, borgarstjóri Skopunar kommuna
Linjohn Christiansen, Borgarstjóri Skálavíkar kommuna
Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri Húsavíkar kommuna

Avrit sent Dennis Holm Landsstýrismanni.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo