Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt órógvandi mynstur er komið til sjóndar, síðani umfatandi kommunukanningin hjá Kringvarpinum og Lóðri var almannakunngjørd. Ávísir borgarstjórar avnokta heilt einfalt úrslit úr kanningini, sum ikki seta teir í eitt gott ljós. “Hatta passar ikki,” svara teir.

Flestu okkara dáma betur at fáa rós enn rís, men sum borgarstjóri hevur tú skyldu at lurta, tá ið fólk finnast at. Í staðin kveistra teir burtur álítandi kanningarúrslit, sum eru gjørd at upplýsa fólk undan kommunuvalinum. Teir hava tosað við fólk, og øll eru glað. Ikki hava teir givið sær far um, at fólk kanska ikki hava hug ella tora at siga sína hugsan alment. Kann tað vera, at borgarar vita, at teirra borgarstjóri ikki hevur neyðuga sjálvsinnlitið at taka kritikk í álvara, og tí halda seg aftur?

John Cleese segði einaferð í eini røðu fyri leiðarar í Bretlandi, “the problem with executives is not that they don’t know. It’s that they have no f*****g clue that they don’t know.”

Hetta eru nógv ár síðani, men kortini rakar Monty Python sjónleikarin seymin á høvdið viðvíkjandi føroyskum borgarstjórum í 2024. Teir eru ikki bara óvitandi. Teir geva sær heldur ikki far um sína egnu fávitsku.

At avnokta, at kommunalu tænasturnar eru á lágum stigi hevur eftir øllum at døma størri týdning enn at hava ein eyðmjúkan hugburð. Hóast kanningin vísir misnøgd við tænastur, átti tað at tænt borgarstjórunum betur at sett stoltleikan til síðis, heilsa atfinningum vælkomnum og farið í dialog við borgaran um, hvussu tænasturnar kunnu betrast.

Okkurt bendir á, at verður tú kíndur eftir hárunum nóg leingi, og ikki er vanur at fáa mótspæl, elvir tað til hugmóð. Veruleikin er, at teir gera gjøldur burtur úr fólki ístaðin fyri at lurta. Tað avdúkar eitt stórlæti, sum hevði verið stuttligt, um tað ikki var so álvarsligt.

Ein góður borgarstjóri vil fegin hoyra tað, honum ikki dámar at hoyra. Vánaligi borgarstjórin er hinvegin fangaður í eini dreymaverð, og sær ikki, hvussu stór frástøðan til borgaran er blivin. Tíðin er komin at vakna úr dvalanum.

Rógvi Olavson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo