Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fólkakirkjan: Sunnudagin hin 3. september kl. 11.00 verður hátíðarguðstænasta í Sandavágs kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar, og sóknarprestarnir Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð luttaka.

Henda dagin fær Heini F. Petersen handað heiðursmerki frá Margrethu drotning fyri trúgva og drúgva tænastu sum deknur í Sandavágs kirkju. Heini F. Petersen hevur verið deknur í meira enn 40 ár, hann hevur eisini sitið í kirkjuráðnum í Sandavági, fleiri skeið hevur hann verið formaður.

Heini er góður við kirkjuna, altíð fúsur til tænastu og hann ger, saman við øðrum góðu kirkjutænarum, eitt stórt og gott arbeiði kirkjuni at frama. Vit fegnast um heiðurin og ynskja Heina F. Petersen tillukku við heiðursmerkinum. Øll eru vælkomin at koma til guðstænastu hendan stóra dagin í tí vøkru 100 ára gomlu Sandavágs kirkju. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo