Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Effo og Røkt: Vindmyllulundin á Gellingarkletti er klár at framleiða streym til øll húsarhald í Føroyum.

Hetta vilja eigararnir Effo og Røkt hátíðarhalda. Í sambandi við verkætlanina hevur tað verið samstarvað millum sera nógvar ymiskar aktørar í Føroyum og uttanlands. Arbeiðið hevur gingið sera væl og vindmyllurnar framleiða nú streym inn á netið og út til allar føroyingar.

Vindmyllurnar á Gellingarkletti eru størstu vindmyllurnar í Føroyum, og er hetta Føroya størsta einstaka stig móti einum burðardyggari Føroyum. Vindmyllulundin kann framleiða líka nógva orku sum øll vatnorka í Føroyum. Vindmyllulundin flytur Føroyar enn longur fram á grønu kósini, og framleiðir hon 25% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum.

Effo og Røkt bjóða til almenna móttøku fríggjadagin 2. desember kl. 14 í tøknibygninginum uppi á Gellingarkletti. Kom og síggj risastóru og orkumiklu vindmyllurnar tætt við.

Fakta
Hvat: Føroya størsta vindmyllulund
Eigari: Effo og Røkt
Veitari: Vestas
Slag: V-117
Máttur: 4.2 MW hvør
Tal av myllum: 6

Stødd: Tornið á hvørjari vindmyllu er 91,5m høgt og veingjaspennið 117m. Hvør vindmylla vigar 450.000 kg og fundamentið 2.000.000 kg

Samlaður framleiðslumáttur: 25,2 MW

Árlig elframleiðsla: 100 GWh (100 mio KWh)

Grønur streymur: Vindmyllulundin kann veita øllum húsarhaldum í Føroyum grønan streym og økir tað føroysku grønu elframleiðsluna 25% stig. 

CO2 lækking: 20.000 tons av tungolju svarandi til eina minking á 62.000 tons CO2 um árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo