Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógv vitjaða spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, letur upp leygardagin.

Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum.

Nýggj ljósseting er við til at tryggja, at Grasagarður eisini verður innbjóðandi í myrku tíðini.

Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka. Fyritøkan Sp/f Arta vann útboðið.

Í sambandi við tiltakið í Grasagarði leygardagin kl. 14 er skráin:

- Heðin Mortensen (borgarstjóri) bjóðar vælkomin

- Tróndur Sigurðsson (formaður í byggi- og býarskipanarnevndini) sigur nøkur orð

- Umboð frá Arta (arbeiðstakari) sigur nøkur orð

- Umboð frá Javna sigur nøkur orð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo