Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag var hátíðarhald í sambandi við nýggja frítíðarskúlatilboðið á Frúutrøð. Kommunan lat í fjør gamla Musikkskúlan á Frúutrøð til endamálið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá, at tað var í fjør, at mong foreldur - bæði alment og fyri kommununi - gjørdu vart við manglandi frítíðartilboð til børn, sum Almannamerkið ikki hevði høli til.

- Vit frættu, at tað vóru eini 20 børn - bara í Tórshavnar kommunu - sum ikki fingu frítíðartilboð. Hetta var als ikki haldbært. Tí setti eg meg í samband við Almannaverkið, fyri at fáa betri fatan av trupulleikanum, og fyri at finna útav, um kommunan kanska kundi hjálpa.

- Vit hugdu eftir møguleikunum, og stutt eftir kundi kommunan bjóða hesi hølini á Frúutrøð sum eina møguliga loysn. Almannaverkið fór so at hyggja at hølunum, og stutt eftir varð leigusáttmáli avtalaður.

- Kommunan hevur eisini síðan gjørt hølini og kringumstøðurnar í stand, so alt nú skuldi verið í fínasta lagi. Hetta er gamli Musikkskúlin, sum eisini eitt tíðarskeið herfyri virkaði sum býarssavn.

- Nú eg havi sæð hølini, og hvussu væl tey eru fyrireikað til virksemið, so er einki at ivast í, at umstøðurnar eru góðar, bæði hjá børnum og starvsfólkum. Hetta er vónandi eisini ein loysn, sum foreldrini eru glað fyri.

- Tað gleðir meg, at kommunan í eini knappari vend kundi hjálpa Almannaverkinum í hesum føri. Bæði kommunan og Almannaverkið hava so ella so eina felags ábyrgd fyri borgarum, sum tørva hjálp, ella krevja serstakar umstøður.

- Vit hava við hesum eisini tryggjað, at virksemið kann mennast í friði og náðum næstu árini her á Frúutrøð. Á loftinum heldur harmoniorkestrið GHM til. Tey venja og spæla her, og ja - kanska spyrst okkurt gott samstarv burturúr, nú fult virksemið er í húsinum.

- Sum eg skilji tað, so er hetta eitt tilboð, har trý frítíðartilboð eru løgd saman í eitt, og at hetta er fyri tey frá 3. flokki og heilt til tey eru 18 ár. Endamálið er at geva øllum ein innihaldsríkan dag við avbjóðingum, upplivingum, nærleika og ikki minst stuttleika.

- Eg fari at ynskja øllum bestu eydnu við frítíðartilboðnum her á Frúutrøð í vón um, at hetta fer at eydnast væl, og at vit saman megna at tillaga tilboðini til tørvin sohvørt. Takk fyri gott samstarv og tillukku við nýggja frítíðartilboðnum og alt tað besta, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu á móttøkuni í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo