Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Miðalstreymur tvørtur um signingarleiðina hjá Norrönu, millum Føroyar (til vinstru) og Hetland. Bláir litir vísa at miðalrákið vendur suður gjøgnum Hetlandsrennuna – bæði sunnanfyri Føroyska landgrunnin, og í dýpinum við hellingina norðanfyri Hetland (higartil ókendi streymurin). Reyðir litir vísa norðurvent rák, móti Arktis

Havstovan: Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er eitt djúpt skarð millum Landgrunnin og Føroya Banka. Henda “pumpa” dregur heitan sjógv úr Golfstreyminum og norðureftni fram við Føroyum, og heita rákið elvir til lýggja veðurlagið við okkara leiðir.

Higartil hava granskarar hildið, at djúpi kaldi sjógvurin streymar tætt at føroyska landgrunninum - við klokkuni - áðrenn hann kemur í Bankarennuna. Tó vísir ein nýggj grein í tíðarritinum Nature Communications (les her) at stórsti parturin av djúpa rákinum er at finna í smalari strálu eftir hellingini norðanfyri Hetland (sí mynd). Hetta rák hevur tískil sín uppruna longur eystri enn hildið. Nýggja perspektivið kann hjálpa granskarum betri at skilja broytingarnar í vatnflutningi, hita og saltinnihaldi, sum vit máta í hesum týdningarmikla ráki.

Tað eru, millum annað, nýggjar mátingar frá Norrönu, sum hava avdúkað hesa streymstrálu. Í samstarvi millum Smyril Line og granskarar úr USA, hevur Norröna havt streymmátara undir botninum í skjótt tíggju ár. Talan er um eitt slag av ekkoloddi, sum brúkar sonevndu “Doppler effektina” (sami háttur sum løgreglan brúkar, tá hon gera ferðmátingar í ferðsluni). Við sera neyvari vitan um ferðina og kósina hjá Norrönu, og hartil vitan um sjóvarfallið, ber til at rokna djúpu streymarnar. Vit vilja nýta høvið at takka Smyril Line fyri góða samstarvið.

Granskarar á Havstovuni, Sveriges meteorologiska och hydrologiska institut, University of Rhode Island (USA) og fleiri, hava staðið fyri arbeiðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo