Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Havstovan hevur í longri áramál kannað lívfrøði og vistfrøði hjá havhesti í Føroyum. Til ICES-Decadal fundin í Bergen í juni, 2022, varð ein postari um evnið kunngjørdur.

Inland and coastal colonies of Northern Fulmar (Fulmarus glacialis) on the Faroe Islands: attendance patterns and links to marine ecosystem variability. Høvundar eru: Dánjal P. Højgaard, Jóhannis Danielsen, Petur Steingrund, Una Matras, Karin M.H. Larsen, Eilif Gaard og Bergur Olsen.

Hesin postari sýnir nøkur hav-vistfrøðilig sambond við havhestin, har samanberingar eru gjørdar við havhest í Innara Tyrli (Eysturoy) 1996-2021 og Høvdan (Skúvoy), 2003-2021. Kanningarnar sýna, at hampuliga gott positivt samband er millum:

1 tal av ungum og gróður í havinum (Høvdin, august)

2 vøkstur hjá kúpuskel og tal av vitjandi havhesti (Innari Tyril, juni-august)

3 Eysturíslandsstreymin (sum ber æti við sær inn á føroyska landgrunnin) og tal av vitjandi havhesti (Innari Tyril, juni-aug)

Postarin vísir, at teljingar av havhesti kunnu geva týdningarmikla vitan um hav-vistskipanina undir Føroyum.

Postarin við grafum og myndum sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo