Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

mynd: jn.fo

mynd: jn.fo

Valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn váttar nú, hvønn tey peika á sum evni til nýggjan landsstýrismann hjá flokkinum.

Tað kom fram í gjár, at Beinir Johannesen og Sólvit Nolsø eru ovast á listanum hjá valfeløgunum í ávíkavist norðoyggjum og miðstaðarøkinum.

Havnar Framburðsfelag skrivar soleiðis á sínum facebookvanga:

Tað kom fram í Degi og Viku í kvøld, at Havnar Framburðsfelag hevur skotið Sólvit Nolsø upp til ein landsstýrissess.

Tað gera vit, tí vit halda tað verða umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikkari fyri flokkin.

Vit stuðla eisini Anniku Olsen, sum hevur verði ein góður politikkari fyri Fólkaflokkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum framyvir og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum.

Nevndin í Havnar Framburðsfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo