Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á §52a fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um dagføring og trygging av havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er fyribyrging ímóti stormskaðum partur av veðurlagspolitikkinum, sum landsstýrið arbeiðir við?

2. Er nøkur ætlan gjørd hjá landinum, Landsverki og/ella kommunum fyri at dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar, bygningar osfr., so hesi betur tola ógvusligan storm og uppgang?

3. Er nøkur ætlan um at stovnseta ein grunn ella annað, sum kann lofta fíggjarliga, tá ódnarstormar ella uppgangur gera skaða?

4. Er nakað samstarv í gongd í millum avvarðandi stjórnarráð, stovnar og kommunur um at gera eina stormtilbúgving og arbeiði at fyribyrgja títtari stormskaðum?

Svar til spurning 1
Uppskotið til nýggjan orku- og veðurlagspolitkk fevnir ikki beinleiðis um átøk, hvørs endamál er at fyribyrgja stormskaðar ella neiligar avleiðingar av stormskaðum. Átøkini í orku- og veðurlagspolitikkinum leggja seg eftir at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi yvirhøvur, tí tað er útlátið, sum bæði ávirkar hitalagið og veðurlagið um allan heimin, eisini um okkara leiðir. Óbeinleiðis kann átak 20 um burðardygga býarmenning sigast at peika frameftir móti at tryggja havnarløg, brimgarðar, bakkatromir o.a. móti stormskaðum, tí framtíðar lendis- og býarplanlegging eigur longu nú at taka hædd fyri og tillaga seg til framtíðar veðurlagsbroytingar.

Vit eru rættiliga von við brim, stormar, ódnir, regn og kava, men minni von við turk og trot á feskvatni. Harðbalna veðrið eru náttúrugivnar fortreytir, sum okkara samfelag byggir á. Vit hava bygt vegir, havnir, hús, íbúðarbygningar, skúlar, vinnubygningar, havnarløg, skip, bátahyljar, brimgarðar o.a., sum fyri tað mesta klára at standa ímóti ógvusliga veðurlagnum um okkara leiðir.

Vit vita øll, at veðurlagsbroytingarnar koma so líðandi inn á okkum. Tí er tað ein sjálvfylgja, at kommunur, almennir myndugleikar og stovnar við ábyrgd fyri bygging, samferðslukervi o.ø., longu nú byrja at leggja upp fyri framtíðar veðurlagsbroytingum í teirra tilrættalegging, bygging og viðlíkahaldi, so neiligu avleiðingarnar verða so fáar sum til ber og stórskaðatilburðir so fáir, sum gjørligt.

Svar til spurning 2
Spurt verður, um nøkur ætlan er gjørd, so ávísir bygningar og bygningsverk í framtíðini kunnu tola harðari storm og uppgang. Spurningurin snýr seg einamest um tilbúgvingarlig viðurskifti og tí vendi Umhvørvis- og vinnumálaráðið sær til Fiskimálaráðið, sum svarar spurninginum soleiðis:

“Fiskimálaráðið hevur ikki kunnleika um nakra ætlan hjá landinum, Landsverki og/ella kommunum, ið hevur til endamáls at dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar og bygningar, so hesir betur tola ógvusligan storm og uppgang.

Útgangsstøðið er at kommunurnar hava skyldu til at eyðmerkja teir váðar, sum eru í kommununi.

Í almennu viðmerkingunum til tilbúgvingarlógina stendur, at skyldan hjá kommunum skal taka støði í váðanum í einstøku kommununi, og tí er neyðugt, at allar kommunur lýsa, hvørjir váðar eru, gera metingar um váðan, og út frá hesum gera av, hvussu tilbúgvingin í kommununi skal vera. Bert við at gera váðametingar, er møguligt at staðfesta innihaldið í tilbúgvingarábyrgdini hjá kommununi.

Tó hevur landið eina ávísa skyldu at hjálpa kommununum. Sambært § 10 í tilbúgvingarlógini skal landið veita kommunalu tilbúgvingini hjálp, tá tað er neyðugt, orsakað av slagi, stødd ella vavi á skaðahending ella vanlukku, men tað er ivasamt um hendan skylda røkkur til “vanligar” stormskaðar. Sambært viðmerkingunum til § 10, so staðfestir greinin ábyrgdina hjá landinum at veita hjálp, tá talan er um stórhendingar, umframt tá talan er um tilburðir av serligum slagi, ella tá skaðaárin eru av serligum slagi. Hvørt talan er um stórhending, tilburð av serligum slagi ella serlig skaðaárin, má vera ein konkret meting í hvørjum einkultum føri.”

Svar til spurning 3
Spurningurin um at stovna grunn at fíggja stormskaðar er fíggjarmál og hevur Fíggjarmálaráðið svarað soleiðis:

“Spurningurin um eina tryggingarskipan fyri kommunur var frammi eftir stormskaðarnar á
kommunal havnarløg tíðliga í 2020. Í apríl 2021 vórðu tríggjar mió. kr. játtaðar í eykajáttan til
smærru kommunurnar í sambandi við stormskaðarnar í 2020.

Havnarløg eru kommunal mál og tí má tað vera forstáilsi í millum kommunurnar, um landið skal
vera við til at gera eina tryggingarskipan móti stormskaðum. Málið um ein vanlukkugrunn hevur
verið umrøtt við Kommunufelagið, men eingin niðurstøða er enn í málinum.“

Svar til spurning 4
Av tí at talan er um tilbúgvingarligan spurning, varð spurningurin sendur Fiskimálaráðnum, sum svarar soleiðis:

“Fiskimálaráðið hevur onga vitan um, at beinleiðis samstarv er í gongd millum stjórnarráð,
stovnar og kommunur um at gera eina stormtilbúgving. Grundleggjandi kann sigast, at
kommunurnar í Føroyum hava skyldu til at gera váðametingar og -greiningar, ið taka atlit at
øllum váðum í kommununi, eisini stormskaðum, bæði í mun til títtleika og í mun til møguligt
vavi av skaða. Um kommunala váðametingin eyðmerkir váðan, eigur kommunan í fyrstu atløgu
at seta í verk fyribyrgjandi átøk fyri á tann hátt at minka um váðan. Í øðrum lagi eigur
kommunan at vera før fyri at avmarka skaðan og í triðja lagi vera før fyri at bøta um skaðan. Tað
er kommunum í Føroyum frítt at fara í samstarv um tilbúgving.”

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 31. januar 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo