Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fregattin Jylland
Fyri snøggum 150 árum síðani – 25. juli 1874 – kastaði fregattin Jylland akker á Havnarvág. Christian kongur IX var við á ferðini. Hann vitjaði í landi – legði at á nýggju Kongabrúnni – og fekk stóra móttøku.

Síðani lá leiðin til Íslands, har ið hansara hátign skuldi vera við at hátíðarhalda, at 1000 ár vóru liðin síðan íslendska landnámið.

Eftir hesa fyrstu kongsvitjanina í Føroyum varð minnisvarði (Kongaminnið) reistur á Gripsheyggi í Havn. Kendi grótsmiðurin av Argjum, J.A. Arge (Jampan), stóð fyri arbeiðinum. Tórshavnar kommuna hevur júst latið minnismerki og øki fríðkað.

Fregattin var smíðað um 1860 á Orlogsværftinum í Keypmannahavn. Hetta var herflotaskip, og við sínum 44 kanónum og 437 monnum var hon í 1864 við í stórum sjóbardaga við Helgoland. Danir vunnu slagið, men taptu kríggið.Fregattin Jylland livir framvegis sítt góða lív. Hon verður sýnd fram sum museumsskip í Ebeltoft í Jútlandi.

Fox (?)
Myndin frá Tjóðsavninum sýnir eisini einmastraða slupp úti fyri Tinganesi. Hetta kann vera Fox hjá trappubrøðunum og Dia á Vertshúsinum. Teir keyptu langbummaran úr Bretlandi og komu á Havnina við honum fáar dagar fyri ólavsøku í 1872.

Eftir ólavsøku varð farið til Íslands við tólv monnum. Yngsti trappubróðirin, Niklas, var skipari og Dia á Vertshúsinum bestimaður. Fiskað varð við bátum frá skipinum, sum lá fyri akkeri á Seyðisfirði.

18. oktober vóru teir aftur við fullari saltfiskalast, og tá ið sølan eisini hepnaðist væl, var grundarlag lagt fyri føroyskum skipsfiskiskapi.

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo