Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Fríggjakvøldið 3. juni verður Mentanarnátt í Havn, og sum vanligt er nógv forvitnisligt á skránni. Í sambandi við nýgerð í Vágsbotni, verða fleiri tiltøk á økinum, sum hevur fingið heitið ”Summarskái í Vágsbotni”.

Setanin er tí eisini flutt oman í Vágsbotn, og í ár er tað arkitekturin og listamaðurin Bárður Dal Christiansen, sum setir Mentanarnáttina kl. 18. Síðani koma Dania og Benjamin at syngja og spæla nøkur løg, áðrenn DJ Sylvain Codron tekur yvir.

Nógv áhugavert er á skrá, og tiltøk eru spjadd um allan býin – heilt frá Tjóðsavninum í Hoyvík til Føroya sjósavn á Argjum. Tiltøkini byrja longu kl. 8 fríggjamorgunin, tá Mariukirkjan letur upp og enda leygarnáttina, tá matstovur og skeinkistøð lata aftur í Miðbýnum.

Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, og livandi tónleikur sermerkir Mentanarnáttina bæði innandura og uttandura. Og sum vant hava handlarnir í Miðbýnum opið til kl. 23.00, og matstovurnar spenna seg út hetta kvøldið.

So verið vælkomin á Mentanarnátt, tá Havnin vísir seg frá síni bestu síðu!

Skráin verður tøk á sona appini, fb/mentanarnáttin og kann eisini síggjast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn.

http://visittorshavn.fo/skrain-fyri-mentanarnattina/ 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo