Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Havstovan hevur, saman við granskarum á Havforskningsinstituttet í Bergen, Århus Universitet og íslendsku havstovuni, ritstjórnað eina serútgávu hjá nógv lisna vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science. Talan er um íalt 19 vísindaligar greinar, sum snúgva seg um, hvussu veður og havklima ávirka vistskipanir í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, í Norðurhøvum og á landgrunnum, sum marka móti hesum ríku høvum.

Fleiri av greinunum snúgva seg um viðurskifti í føroyskum havøki, og granskarar á Havstovuni eru høvuðsrithøvundar á átta av greinunum. Seinasta greinin er um norðhavssild. Umframt hetta er oddagreinin, sum tekur samanum greinarnar í tíðarritinum, skrivað av Hjálmari Hátún á Havstovuni - samskipari av serútgávuni.

Enska heitið á bæði serútgávu og á oddagrein er Physical drivers of biogeographic shifts in the Northeastern Atlantic – and adjacent shelves og øll útgávan kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo