Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Bókin “Heðin” er helst stásiligasta bók, ið er útgivin í Føroyum. Handverksliga eitt valaverk. Flott. Her er kelað fyri hvørji detalju í framleiðsluni.

Ótrúliga stuttligt at fáa eina so sjáldsama og væl úr hondum greidda bók upp í hendurnar. 632 síður og tung sum eitt ónt ár.

Málið er lætt og óakademiskt. Fullkomiliga lúkað fyri fremmandaorð. Týpiskt Óla Jákup og Hilmar Jan.

Frásøguhátturin í bókini er eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tað er Heðin, ið sigur frá. Men tað er týðiligt frá fyrstu síðu, at teir báðir høvundarnir neyvt hava granskað alt rundanum tær hendingar, ið Heðin sigur frá.

Har er eitt hav av tíðarlýsingum og viðkomandi søguligum fakta, sum alla tíðina seta allar frásøgnirnar í rætt perspektiv.

Bókin byrjar við barnaárunum í Trongisvági, pakkað inn í eina væl lýsta bygdar- og ættarsøgu. Søguliga sera áhugavert eisini.

Mitt í frásøgunum verður avdúkað, at Heðin fyri stuttum knappliga fekk ein beiggja aftrat. Ein ótrúlig søga um ein lítlabeiggja, ið var ættleiddur til Húsavíkar, og sum hinir tríggir beiggjarnir onki vistu um, fyrrenn hesin eftirnølarin var 55 ára gamal. Hjartanemandi søga.

Nakrar av stuttligu lýsingunum av smádronginum Heðini eru komnar frá fólki, sum nú eru farin, men sum tá høvundarnir gingu húsagongd í Trongisvági greiddu frá hesum aktiva smádreinginum, sum í minsta lagi hevði ADHD ella DAMP.

Stuttligar og fittar søgur um ein øgiliga bygdasligan, men tryggan, aktivan og góðan barndóm. Sera góð lýsing av Trongisvági, sum mann lítið og einki visti um áðrenn.

Heðin flytir til Havnar sum smádrongur. Søgan er avbera væl lýst niður í smálutir. Havnin tá er eins væl lýst, og ongin í eysturbýnum ella miðbýnum kennir seg fremmandan í hugnaligu frásagnunum.

Her eru barnaár við skótalívi og fótbólti og neyvar lýsingar av gamla býnum. Og so gongur skjótt til Heðin møtir sínum stóra kærleika og setir búgv.

Tíðarskeiðið, tá Heðin er við í Havnar Róðrarfelag og fer uppí politikk, er væl lýst. Hetta var tá marinararnir floymdu inn í býin og fleiri hundrað ungar kvinnur giftust ungum dønum.

Tá var Heðin við at stovna Kaggan, ið var eitt mótsvar móti danska hervaldinum, sum hóreiggjaði sær uttanfyri lóg og rætt.

Søgan hjá Havnar Róðrarfelag, ÍSF, Oyggjaleikunum, veddingini, Tórsvølli og ikki minst søgan hjá Tórshavnar kommunu, verður neyvt gjøgnumgingin.

Stríðið í Sambandsflokkinum verður lýst í smábrotum. Kringvarpið fær onkran undir vangan. Hetta er alt drúgvur og neyvur lesnaður.

Bókin endar við seinastu setuni í býráðnum og um arbeiðið sum landsstýrismaður. Til endans lýsir Heðin sínar dreymar fyri ta deiligu Havnina.

Í endanum er eisini ein ættartalva, sum er so mikið umfatandi, at tey flestu verða í familju við Heðin, tá tey hava pløgt seg ígjøgnum alt. Navnalistin er øgiliga langur og myndirnar eru fleiri hundrað, nógvar sera áhugaverdar.

Liljan Weihe segði í eini viðmerking, at bókin “var tung sum ein múrsteinur”.

Hetta er ikki ein bók, tú lesir eftir einum ella tveimum døgum. Neyvan heldur eftir eini viku. Hon skal lesast í brotum og sornast og nógvar myndir skulu granskast. Men hon tykist hóast stór ongantíð keðilig.

Nú havi eg bara havt stundir at skimmað ígjøgnum og havi lisið okkurt hissini neyvt: Higartil meti eg hetta eitt merkisvert og imponerandi avrik, bæði innihaldsliga og handverksliga.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo