Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Sunnudagin 8. november, tað er í dag, letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu at røða.

Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og verður okkurt leskandi og lættari ábit at fáa eisini.

Listaframsýningin, sum umfatar 21 oljumálningar, hongur uppi fram til 5. desember.

Framsýningin kann annars vitjast soleiðis:

Yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 19:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo