Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ófatuligt, at Heðin Mortensen í D&V fyrigyklar øllum føroya fólki, at hann var ímóti at brúka fyritøkuna Laiderz til at skifta ovara vøll.

Tað var hann ikki.

Heðin Mortensen atkvøddi sjálvur fyri at brúka Laiderz.

Heðin Mortensen fekk eins og eg og alt Tórshavnar býrað neyvt somu ráðgeving um at taka av tilboðnum frá Laiders.

Harafturat varð góðkenning fingin til vega frá FIFA, áðrenn vølluriin bleiv lagdur á.

Tað klæðir ikki borgarstjóranum at tváa sínar hendur á hendan hátt í eini sera keðiligari støðu. 

Sum politikarar eru vit ikki serfrøðingar í graslíki og tí prísgivin at líta á ta ráðgeving, vit fáa frá okkara umsiting, og ráðgevum, sum ráðgeva og vegleiða henni.

Annika Olsen,
fyrrverandi borgarstjóri

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo