Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

- Eg stilli upp tí eg vil ikki hava at nakað liggur eftir viðvíkjandi teimum góðu og stóru prosjektunum sum vit hava sett í gongd og sum eisini verða sett í gongd, sigur Heðin Mortensen við VP.

VP fekk orð á Heðin Mortensen, borgarstjóra, nakað eftir at hann hevði verið regluliga rennitúrin á 5-6 kilometrar.

Her er yvirlit yvir íløgur og átøk hjá sitandi býráðnum í Tórshavnar Kommunu seinastu 4 árini:

► Ítrottur

Seinastu árini er ítrótturin í Tórshavnar Kommunu vorðin meira fjølbroyttur og setir hetta krøv til fasilitetirnar. 

Við Tjarnir
Arbeiðið við høllini við Tjarnir hevur gingið sera væl. Eftir ætlan er hon liðug fyrru helvt av 2025 og harvið fær Havnin møguleika at hýsa alskyns tiltøkum, sum ikki hevur verið gjørligt higartil. Stórhøllin er i trimum hæddum við einari samlaða gólvvídd  á 8100 fermetrar.

Í høllini verða bæði venjingar og kappingar og fer hon at hýsa innandura ítróttargreinum, so sum hondbólt, fimleik, flogbólt, dart, kurvabólt, borðtennis, tennis, badminton, judo, bogaskjóting, v.m. Hetta fer at menna ítróttin í øllum landinum og geva stórar møguleikar fyri stórum kappingum og ráðstevnum. Millum annað kemur høllin at hýsa fleiri kappingum til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027. 

Langhylur í Gundadali
Um stutta tíð er langhylurin í Gundadali klárur at taka í bruk. Altjóða kappingar ganga aloftast fyri seg í 50 metra hylum og tí er tað av stórum týdningi hjá svimjarum í kommununi at venja í langhylinum. Afturat langhylinum, verður eisini nýtt vælveruøki í Gundadali til allar íbúgvar at njóta. Føroyska listakvinnan Silja strøm fer at listprýða langhylin.

Nýggj skjótibreyt á Sandvíkum
Skjótibreytin varð tikin í nýtslu summarið 2022 og er úrslit av góðum samstarvi millum kommununa og felagnum Byrsumúla. Hon ligur í náttúruvøkrum umhvørvi og, ið lýkur altjóða treytir – millum annað til Oyggjaleikirnar.

Umvæla verandi fótbóltsvallir
Umframt at útbyggja, eru umvælingar og betringar gjørdar fyri ítrottin kring alla kommununa. Kommunan hevur 5 fótbóltsvallir í fullari stødd, umframt Eysturvøll og tilhoyrandi stadion kring leikvallirnar.

Vestursíðan í Tórsvølli er umvæld og eisini er nýggj dygdargóð ljósskipan sett upp við tjóðarvøll okkara við LED ljósum. Harafturat eru íløgur gjørdar í fótbóltsvallir kring kommununa, fyri at nøkta tørvin hjá brúkarunum. Øki við vøllin í Hoyvík er skipað og og felagshús at nýta og eisini er nýtt graslíki lagt á vøllin. Á Argjum er nýtt graslíki eisini lagt á Vøllin inni í Vika í 2022 og seinni eisini nýggj ljósskipan ið lýkur treytirnar hjá FSF til stadionljósstyrki uppá í minsta lagi 250 EV(lx).

Borgarahús í Kaldbak
Í ár verður eisini nýggja høllin í Kaldbak tikin í brúk. Hon er umleið 230 fermetrar og telur ein hjárumini við, fer hon up um 500 fermetrar. Gólvini í borgarahúsinum verða teknaði upp til at íðka flogbólt, hondbólt, kurvabólt og badminton. Ætlanin er, at frítíðarskúlin kemur at liggja tætt upp at og børnini í bygdini harvið koma at nýta høllina í gerandisdegnum. Harafturat er eisini lagt upp til, at høllin kann nýtast til veitslur og fundir og rúmar upp til 200 fólkum.

Betra um umstøðurnar til golf
Leigusáttmáli á 10 ár er gjørdur um felagshús til Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi. Tískil er nú gjørligt at at umvæla bygningin og gera umstøðurnar at venja innandura. Komandi stigið er at fyrireika arbeiðið at gera golfvøll á sama øki á Glyvursnesi. 

► Bústaðir og býarmenning

Urtagarðsbyurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn. »Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin. Heildarætlanin sæst aftur í miðbýnum og er fyrsta stigið í ætlanini, býarlundin uttanfyri Gamla Sparikassa, nú liðug. Har er eitt uttandura øki við grønum spæliøki og møguleiki er royna ymsu ljóðførini, ið eru sett upp á økinum.

Havnará
Lok varð lagt á Havnará í 1956. Nú hevur í mong ár verðið tosað um at fáa Havnará inn í býarmyndina aftur. Beint fyri Ólavsøku 2023 lat nýggja Havnará upp aftur á teininum millum Sparikassagarðin og tinghúsvøllin. Grótið er alt skorið á Føroya Grótvirki í Skopun og Tróndur Patursson hevur gjørt ljósinstallatiónir í vatninum, sum serliga síggjast aftur, tá tað er myrkt um kvøldið. Endamálið við hesum er at prýða um býin og longu nú er hetta eisini vorðið eitt savningarstað fyri bæði børn og eldri.

Gamla brúgvin um Sandá í upprunastand
Brúgvin um Sandá varð bygd í 1926 til tess at betra um farleiðina til Velbastaðar úr Havn. Ferðslan um gomlu brúnna steðgaði í 2004, tá ið nýggja farleiðin um Velbastaðháls var tikin í brúk. Vakra brúgvin hevði tørv á at umvæling og er nú í upprunastandi ein vøkru farleið til gongu ella á súkklu sum ein partur av lendisgøtuætlanina kring Havnina og er skelti sett upp, ið greiðir frá søguni um vøkru brúnna.

Fiskaplássið umvælt
Yviri við Strond er helst einasta fiskapláss, ið er eftir í Havn. Fiskaplássið, sum Johannes í Stórustovu virkaði á, varð brúkt til at turka fisk í 1920unum og fram til 1936. Her úti varð fiskur hagreiddur og virkaður á plássinum og síðani fluttur til Suðurevropa. Í dag er ein vøkur gøta skorin inn í lendið og er møguligt at njóta grønan vøkstur og møguligt er hjá íbúgvum at læra um søguna við at hyggja at sergjørdu skeltunum á økinum, ið eru formaði sum fiskar. Hetta er ein partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina og at gera gera fríøki frá Eystfalsskeri og heilt inn á Boðanes. 

Kongaminni betri atkomuviðurskifti
Eitt av bestu útsýnisstøðunum í Havn er Kongaminni við Hoyvíksvegin. Her er reistur minnisvarði fyri fyrstu kongsvitjan í Havn fyri júst 150 árum síðani, í 1874. Sera nógv ferðafólk og íbúgvar vitja Kongaminni, men atkomumøguleikarnir fyri illa gongdum fólki hevur verið ein avbjóðing. Gøtan er nú løgd av nýggjum og eru øll traputrin nú burtur og til ber at koma alla leiðini niðan til Konagminni í rullistóli. Eisini er fríðkað um gøtuna við føroyskum basalti og nýggjum rekkverki á leiðini niðan.

Útstykkingar í allari kommununi
Tórshavnar kommunu hevur størstu tilflyting í landinum og er bústaðarmangulin ein tann størsta avbjóðingin í løtuni. Tískil hevur kommunan seinastu árini stykkjað út í allari kommuni.

Í Nólsoy eru nú 11 stykki klár og fleiri á veg og í Kollafirði er ætlanaravtala gjørd um stóra útstykking til bústaðarbygging og trivnaðarøki. Talan er um 29.217 fermetrar, ið kommunan ætlar at keypa. Í juni varð lutahandan av vegi til tær fyrstu útstykkingarnar á Argjamari. Tá sethúsaparturin sunnan fyri útstykkingina á Hamarinum er liðugur, kunnu eini 600 fólk búleikast har.

Kommunan er í gongd við at gera eina nýggja útstykking á Velbastað, arbeiðið er bjóðað út í totalarbeiðstøku. Tað verða íalt 14 grundstykkir frá 495 m 2 til 546 m 2 til víddar. Eitt fríøki verður uppá 892 m 2 , við 5 parkeringsplássum og plássi til felags rusk/endurnýtslu. 
Í Hoyvík eru íløgur gjørdar í útstykkingar á Karlamagnusarbreyt við tilhoyrandi parkering og asfaltering.

Heildarætlan fyri Stórutjørn samtykt
Ein onnur verkætlan, ið kemur at loysa stóra bústaðartørvin er framsøkna heildarætlanin fyri Stórutjørn, ið verður knýtt at nýggja innkomuvegin til Havnar.  Her fert verða eftir ætlan stovnar, miðstaðarbygging og millum 800 – 900 bústaðir. Seks býlingar eru, og hvør býlingur er ein sjálvvirkandi eind, sum inniheldur ymiskar bygningseindir, raðhús, sethús, býarhús við íbúðum, eitt felagsøki við felagshúsi og ein stovnsbygning. Heildarætlanin tekur atlit til bæði menniskju og náttúra og dentur er lagdur á, at hóskandi frástøða er til fuglin, so hann framhaldandi kann reiðrast í økinum.

Fríðkan av bygdunum
Í 2022 og 2023 eru tilsamans játtaðar 3 mió til fríðkan av bygdunum í kommununi. Átøkini verða viðgjørd í staðbundnu nevndunum og i sett í verk í samstarvi við umsitingini í kommununi. Millum hesi átøk eru m.a. gøtur í Kollafirði og at fríðka um øki kring Halganarstein, at umvæla gøtur í Kirkjubø og Velbastað og at umvæla spæliplássið í Hvítanesi v.m. Ætlanin er at áhaldandi raðfesta at fríðka um bygdirnar í Tórshavnar Kommunu í samstarvi við heimafólki.

Skipa Steinatún og miðbýin
Steinatún er eitt týdningarmikið knútapunkt fyri ferðslu og fólki til gongu í Havn. Nýggja steðgistaðið er bæði prýðiligt og gevur teimum ferðandi við bussunum eitt gott stað at kroka og samstundis møguleika at kunna seg um ferðsluna á talgildu skermunum á staðnum. Hetta øki fer nú at gerast enn meira hugnaligt við standmyndina av Andreu Árting, ið verður avdúkað í Steinatúni í september 2024. 

Lendisgøtur og náttúruøki
Seinastu árini er lendisgøtukervið voksið nógv. Dømi um hetta er t.d. í Kollafirði, Í Havnadali og eru eisini nógvar vakrar lendisgøtur í Hoyvík. Nýggj gøta er løgd frá Hoyvíkar kirkju beinleiðs niðan til Kirkjugarðin. Leiðin gongur frá tí komandi kirkjutorginum, til gøtuna, sum er bundin í Klingruna við kirkjugarðin í Hoyvík, soleiðis at líkfylgi kunnu fara beina leið niðan í kirkjugarðin gjøgnum Dalin Langa.Økið er í lívd og beinkir eru eisini settir upp, og plantað verður sum frálíður framvið gøtuni.

Á Argjum er avtala gjørd um nýggja viðarlund og trivnaðarøki, sum verður skipað við trøum og lendisgøtum. Man er byrjaður at planta í Dalinum Langa og eftir ætlan er náttúruøki har liðugt við ársenda í 2024, við gonguleiðum, rørslu- og spæliøki.

Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin
Í 2022 vórðu 1418 gravstøð løgd afturat Kirkjugarðin umframt 60 eyka parkeringspláss. Gøtuljós eru gjørd við vegin og við høvuðsgøturnar inni í kirkjugarðinum. Kapellið var eisini blivið ov lítið og er bygt út í sama stíli og ábøtur gjørdar í sambandi við hita o.a. og útiøki fríðkað við plantum.

► Infrakervi og Samferðsla

Farnu 4 árini eru íløgur gjørdar í vegir í Tórshavnar Kommunu áleið 300 mió kr. ein av teimum heilt stóru verkætlanunum er nýggi innkomuvegurin, men eisini kann man nevna, at Hans Andreasargøtu er gjørd liðug, nýggi vegurin til biogassverkið og í nærumráðnum har eisini ídnaðarøki við Kemilux. Í býnum er partur av norðara ringvegi við Norðurlandahúsið umvældur og í Reynstúni er peningur lagdur av til at víðka um plássi við Reynstún og Reynsgøtu. 

Yvir 4 mió eru seinastu árini lagdar av til smærri vegaverkætlanir kring alla kommununa.

Nýggi innkomuvegurin
Innkomuvegurin verður eftir ætlan er liðugur í november 2024. Vegurin fer at lætta munandi um ferðsluna og leiða ferðsluna út um býin. Hann knýtir saman øki millum rundkoyringina á Hvítanesi og Marknagilsvegin við Dánjalstrøð. Tá hann er liðugur, verður øll ferðsla til Velbastaðar, Kirkjubøar og Sandoynna leidd hendanvegin ístaðin fyri inn í býin. Eisini kemur hetta at lætta um ferðslutrýstið kl 8 og kl 16, tí bæði næmingar og lærarar á Glasi nú koma at nýta hesa farleið til og frá skúla. Eisini fer hesin vegur at beina vegin fyri fleiri útstykkingar til vinnu og íbúgvar, sum vit longu síggja við heildarætlanini fyri Stórutjørn.

Bátahylur í Álakeri
Bátahylurin rúmar 230 bátum og hevur havt alstóran týdning fyri smábátaeigarar í Havn. Havnin er skipað við flótibrúgvum og bátabummum og liggur væl við nýggjum brimgarðum á Argjum og í forleingilsi av hesum ein aldubrótari.

► Umhvørvi og Burðardygd

At skifta til grøna orku í almennum bygningum er av alstórum týdningi fyri kommunur, ið vilja ganga á odda í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

Haraftrat kann grøna orkan føra til langtíðar sparingar í rakstri, ið kunnu brúkast til aðrar almennar tænastur. Eisini er ynski at kommunan gongur fremst og við tí eggjar borgarum og vinnuni at taka líknandi stig. Tí hevur Tórshavnar Kommuna gjørt orkupolitikkin, ið hevur trý høvuðsmál:
- Grøn upphiting
- LED gøtuljós
- El akfør

Grøn upphiting
Málið er, at allir oljufýringar hjá Tórshavnar Kommunu eru burtur í 2027 og har eru vit longu væl á veg. M.a. Ráðhúsið og skúlin á Velbastað hava fingið jarðhita, hitapumpa er á kampingplássinum yviri við Strond, dagstovnin á Ternuryggi v. fl. Fjarhiti er i nógvum bygningum so sum URD, Badmintonhøllina, Eldrasambýlinum oman Hoydalar o.s.fr. 

LED ljós
Gøtuljósini í býnum verða líðandi skift til LED ljós og er málið, at øll gøtuljós hava skift til LED ljósi 2027 og kemur hetta at minka um útlátið við einum triðingi. FSF og Tórshavnar kommuna hava gjørt  samstarvavtalu at fíggja nýggju LED mastrarnar á Tórsvølli, sum bæði minkar um útlát generelt, umframt at minka um ljósdálking í Gundadali.  Eisini í ítróttarhallunum verður í løtuni skift til LED ljós.

Býbussarnir
Ein týdningarmikil partur av at minka um útlatið í býnum og samstundis betra um trivnaðin hjá borgaranum, er at minka um bilaferðsluna í býnum. Ókeypis bussleiðin koyrir allan dagin og er ein náttúrlig farleið hjá nógvum skúlabørnum og fólki, ið skulu pendla til arbeiðis. Leiðin gongur til allar bygdirnar í kommununi. Tórshavnar Býráð hevur samtykt, at øll bussleiðin hevur lagt um til grøna orku seinast í 2027. Byrjað varð við tveimum el-bussum á leið 4 og hevur hetta eydnast væl og leggur grundarlag fyri at víðka um talið á el-bussum líðandi. Harafturat var í 2022 sett skjótløðistøð til kommunal akfør á Hjalla, nú kommunan í størri mun skiftir til el-rikin akfør.

Umhvørvispolitikkur á veg
Grøna leiðin frá 2016 skal endurnýggjast. Orkupolitikkurin fram ímóti 2027 er ein partur av hesum og ein nýggjur umhvørvispolitikkur er eftir ætlan liðug seint í 2024. 

Íløgur í kloakkskipanina
Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna hosufóðra kloakkir. Tá ið kloakkir verða hosufóðraðar, verða rørini umvæld innan. Tá ið hetta verður gjørt, slepst undan stríðnum at grava, fylla í aftur og asfaltera. Hetta sparir kommununi nógva tíð og pening, umframt at borgarin sleppur undan, at vegir verða grivnir upp í longri tíðarbil.    

15 mió krónur eru settar av árliga til at umvæla og kloakkir og nýgera kloakkir í Tórshavnar kommunu farnu árini. 

Nakar heit stórar íløgur eru gjørdar í kloakkskipanina,tá øki eru skipaði av nýggjum Millum annað varð kloakkskipan løgd av nýggjum, tá stadionøki í varð gjørt av nýggjum. Í Kollafirði eru íløgur gjørdar í kloakkskipanina í gamla býarpartin við Sjógv. Eisini eru stórar umvælingar gjørdar á M.a. Mikkjalstrøð og Jøkulstræti v.m.

► Útbúgving og børn

Fleiri dagstovnapláss
Talið á børnum í kommununi er vaksandi og tískil er tørvur á at útbyggja og umvæla dagsstovnar í kommununi. Útbyggingin av dagstovninum á Argjahamri væntast liðug í 2025 og verða tá 6 stovur lagdar afturat núverandi stovni. 

Hádeild Sankta Frants
Vøggustovan Stella Mari leyk ikki longur treytirnar fyri dagstovnavirksemi og stovur til vøggustovubørn flutt yvirum í Skt Josefs barnagarði hinumegin vegin. Nú verður skúlatilboðið hjá Sankta Frants skúla víðkað til næmingar í 8. og 9. flokki. Í nýggja bygninginum eru seks skúlastovur, serhøli og fakhøli. Harumframt eru góðar umstøður til starvsfólkini og felags uppihaldshøli. Bygningurin er á 1100 fermetrar og stendur klárur at taka ímóti næmingunum í komandi skúlaárinum 2024/25.

Kommunan keypt Skt Josefs barnagarð
Í juni 2024 fóru seinastu fransiskanarasystrarnar av landinum. Til tess at tryggja framhaldandi virksemi í Skt Josef, keypti kommunan bygningin fyri 8 mió kr og verður hann framyvir kommunalur dagstovnur og er ætlanin annars at varðveita sama virksemi og verða øll starvsfólkini bjóðaði at halda fram.

Barnabókasavnið størri
Í Føroyum er veðrið ofta ringt og er tørvur á fleiri tilboðum til børn og ung innandura. Eitt av sera væl dámdu vitjanarstøðunum hjá barnafamiljum er býarbókasavnið mitt í býnum. Nú eru umstøðurnar til børnini gjørdar uppaftur betri við fleiri fermetrum og væl betur umstøður at seta seg at njóta eina bók í frið. Eisini er klatriveggur og ymiskt annað hjá smábørnum at hugna sær við.

Spæliplássið í Grasagarði
Flestu børn í Føroyum hava vitjað spæliplássið í Grasagarði beint við Steinatún. Tað er nýliga umvælt og er sera væl útgjørt við alskyns møguleikum hjá bæði smærri og størri børnum at bjóða seg av við at reiggja, klintra, skreiða og mangt annað. Ein góðveðurssunnudag síggjast sera nógv foreldur og børn á staðnum og eisini er hetta eitt væl umtókt tilboð til barnagarðar og skúlar at vitja.

► Eldrarøkt

Útbyggingin av Tjarnargarði liðug
Í apríl 2021 varð umbyggingin á Tjarnargarði liðug og ein nýmótans demensdepil tikin í nýtslu. Har er m.a. sjey nýggj umlætingarpláss og góðar umstøður til endurvenjing og dagtilhald. Á Tjarnargarði er nú búpláss, stutttíðarpláss og ráðgeving á sama stað. Endurvenjing er prioriteringin í URD.

Røktarheim við íbúðum í Hoyvík prosjekterað
Í september 2024 er risa verkætlanin í Stórubrekku liðugt prosjektera til at bjóða út. Ætlanin er at byggja 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri, heimabúgvandi borgarar á økinum, ið liggur omanfyri Føroya Tele. Umframt tilboðini til eldru borgararnar, verða stórkøkur, vaskarí, høli til fysioterapi og ergoterapi o.a. í bygninginum.

► Vinnulív

Nýggjur Vinnupolitikkur 2024 -2028
Vinnulívið í Tórshavnar Kommuna er sera fjølbroytt mest og rúmar bæði fiskavirki, skipasmiðju, smáum og stórum íverksetum, matstovur, hotell, handlar og mangt annað. Málið er, at Tórshavnar Kommuna er best vinnukommuna í Føroyum. Hetta verður gjørt við at regluliga samskifta og lurta eftir vinnuni, sum er alneyðug fyri at varðveita íbúgvar og ein livandi bý. Millum átøkini eru betri parkeringsviðurskifti, vinnusamskipari, at bøta um bústaðarmøguleikar til lesandi/lærlingar v.m. 

Parkeringsætlan
Parkeringsviðurskiftini eru ein afturvendandi avbjóðing hjá bæði borgara og vinnulívi. Tí er ein parkeringsætlan gjørd fram til 2040 og skal arbeiðið nú bjóðast út og kostnaðarmeting gerast, áðrenn hon fer aftur í nevnd. Yvirskipaða málið er at bøta um parkerings- og samferðslu avbjóðingarnar í allari kommunu. Tó er tað greitt, at tað serliga er miðbýurin í Havn, ið hevur størsta tørvin og tí má raðfestast, tí ferðslan í økinum er vaksin nógv farnu árini.

Almenn tiltøk
Ein týdningarmikil partur av at menna vinnulívið í býnum eru tiltøk, sum eru førleikamennandi og samstundis fær virkandi í vinnuni at hittast. Síðani 2019 hevur Vinnuforum verðið eitt afturvendandi tiltøk, har kommunan fær høvi at hitta vinnuna og skipa fyri spennandi fyrilestrum. Eftir ætlan er vinnuforum aftur á skrá á heysti 2024 við fokus á burðardyggari vinnu. Eitt annað afturvendandi tiltak, ið seinast var á skránni januar – mars 2024, er díkjaraskeiðið Nýskapan í Ferðavinnuni, har nógvar smáar ferðavinnufyritøkur eru byrjaðar og enn virka í kommuni og kring landið. Harafturat skipa Visit Tórshavn og Hugskotið javnan fyri tiltøkum og fyrilestrum, ið skal førleikamenna vinnulívið í býnum.

Víðka um sølutorgið í Vágsbotni
Fleiri føroyingar og ferðafólk ynskja at kunnu selja og keypa lokalan føroyska mat. Alt fleiri veitarar eru farnir at bjóða seg fram. Tískil er sølutrogið í Vágsbotni víðkað, so at møguleikarnar hjá føroysku veitarunum gerast betri. Betraðu umstøðurnar hava viðvirkað til, at tað nú oftari ber til at fáa fatur á føroyskari dygdarvøru og vanliga er matmarknaður í økinum í minsta lagi eina ferð um mánaðin. 

Tímin.fo
Tímin er nýggi kalendaran, har til ber at skráseta tiltøk av almennum áhuga so sum sjónleik, ítriv, upplestur osfr. Øll kunnu gerast brúkarar og er endamálið við Tímanum, at betra um kunningina um mongu tiltøkini í kommununi og samstundis skapa ein pall, har fyriskipararnir kunnu lýsa ókeypis við mentanar- og ítróttartiltøkum.

Avtala um nýtt tjóðleikhús
Tørvur hevur í nógv ár verið á nýggjum tjóðleikhúsi. Sum partur av heildarætlanini fyri Eystara Havnaøki, ið Tórshavnar Býráð samtykti fyrst í 2022, skrivaði Uttanríkis- og mentamálaráðið skrivaði út arkitektakapping um sniðgeving av Tjóðleikhúsinum 17. mai 2022. Tjóðleikhúsið fer at standa klárt á Bursatanga um nøkur ár.

► Ferðavinna

Fólk og ferðavinna – lið um lið 2022 - 2026
Ferðavinnan er vaksandi og er nú næstan aftur á sama støði sum 2019, fyri korona. Ferðavinnupolitikkurin er eitt amboð til at skipa eina burðardygga ferðavinnu í Tórshavn. 

Raðfesta Vinnuferðavinnu
Í 2023 hækkaði játtanin til Vinnuferðavinnu úr 2 mió til 3 mió. Hetta fer partvís til starvsfólk burturav og eisini er 1 mió raðfest til at stuðla ráðstevnu í býnum í lágárstíð. Endamálið við hesum er at tekkjast fleiri útlendskum ferðafólkum uttanfyri háárstíð. Sambært hagtølunum nýta hesi ferðafólkini eisini meira pening í miðal og eru tí meira fíggjarliga burðardygg fyri býin. Eisini skapar ráðstevnurnar lív í býnum og er ein týdningarmikil partur av vitanardeilingini og at førleikamenna føroyska serkunnleikan innan alt frá medisini, taraaling, ítrotti osfr. Stórhøllin við Tjarnir kemur at verða ein týdningarmikil liður í at fáa størri ráðstevnur heim, enn higartil hevur verið møguligt.

Cruise samskipari
Visit Tórshavn hevur sett verkætlanarfólk í 6 mánaðar til at skipa cruisevinnuna á burðardyggan hátt. Hetta verður gjørt í samstarvi við íbúgvum á nógv útsettu økjunum í kommununi, so sum Reyn, umframt handlar, ferðavinnuaktørar og Tórshavnar Havn. Týdningarmikið er at skapa nýggj ferðavinnutilboð til tess at gera tað fíggjarliga burðardygt og at tryggja, at ferðafólkini eru til so lítlan ampa sum gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo