Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, heiðraði í dag 11 føroyingar við heiðursmerkinum „Riddarakross hinnar íslensku fálkaorðu“ fyri bjargingaravrik teirra í Mykinesi, tann 26. september 1970.

Heiðursmerkið íslendska fálkaorðan varð sett á stovn árið 1921 og er hon tí góð 100 ára gomul.

Fálkaorðan er handað teimum sum hava givið sítt íkast til íslendska samfelagið og íslendsku tjóðina.

Flogvanlukkan í Mykinesi varð tá eitt íslendskt flogfar, TF-FIL, rendi á hægsta tindin í oynni, á fjallið Knúk, tá ið tað skuldi lenda í Vágum.

Átta fólk lótu lívið í vanlukkuni, ein íslendingur og sjey føroyingar, men 26 fólk vóru bjargað við lívinum.

Flogfarið datt niður í umleið 450 metra hædd og vístu bjargingarfólkini megnar avrik við sera ringar umstøður.

Trettan teirra, sum vóru tey fyrstu á staðið, eru enn á lívi og 11 av teimum vóru við til eina hátíðarløtu í dag, 10. mai 2022.

Forsetin bar teimum tøkk frá íslendsku tjóðini og handaði teimum heiðursmerki íslendsku fálkaorðu, riddarakross.

Tey eru:

- Aksel Niclasen, fyrrverandi sjómaður.

- Annfinnur á Túvuvølli Jensen, fyrrverandi fiskavirkari.

- Bjarni Hansen, bóndi.

- Dánjal Danielsen, fyrrverandi maskinmeistari.

- Jaspur Joensen, fyrrverandi skipsførari.

- Jákup í Løðu, fyrrverandi lærari.

- Johan Hendrik Olsen, fyrrverandi sjómaður.

- Jóhannes Fredrik Meinhard Summaldur Joensen, fyrrverandi sjómaður.

- Karl Mikkelsen, fyrrverandi sjómaður.

- Katrin Dahl, fyrrverandi sjúkrarøktarfrøðingur.

- Kjartan Simonsen, fyrrverandi snikkari.

- Leon Heinesen, fyrrverandi vitavørður.

- Reðin Leonsson, fyrrverandi løgreglumaður.

HER ERU FLEIRI MYNDIR

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo