Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Eftir áheitan frá borgarstjóranum hevur umsitingin gjørt reglugerð um Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs, ið er heiðurstekin, ið ætlandi skal latast starvsfólki, ið hava verið í tænastu hjá Tórshavnar kommunu í 30 og 40 ár umframt borgarum, ið hava sýnt serligt hegni ella hava laðað týðandi varðar eftir seg á lívsleiðini.

Starvsfólk fáa eftir 30 ára tænastu silvurheiðurstekin Tórshavnar býráðs, og eftir 40 ára tænastu verður gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs latið. Teimum, sum í virki sínum á serligan hátt hava slóðað fyri og hava verið góðar fyrimyndir hjá øðrum, verður latið gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs.

Borgaranum verður latið eitt heiðurstekin umframt eitt heiðursbræv, sum í stuttum lýsir, hví heiðurin verður latin.

Heiðursteknið er runt merki við búmerki Tórshavnar kommunu og við áskriftini Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs. Heiðursteknið er knýtt í klædnastykki í hvítum, reyðum og bláum.

Tað er umsitingin, sum kemur at umsita reglugerðina um Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs. Málið kemur fyri á býráðsfundi seinnapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo