Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bólkurin matleivdir er ein stór avbjóðing, sum skal loysast við samstarvi, fyribyrging, gransking og alternativum endurvinningi.

Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu hevur fingið gjørt eina kanning av húsarhaldsruski, sum liður í arbeiðinum at skilja, endurnýta og endurvinna meir.

Kanningin varð gjørd í november 2022, har 5% av vikuliga húsarhaldsburturkastinum bleiv greinað og býtt í 8 bólkar, sum yvirlitið niðanfyri vísir og annars eftir forskriftunum, fyri at skula verða umboðandi fyri alla kommununa.

Tað sum er serliga áhugavert er, at úrslitini frá skiljingini vísa, at býtið millum bólkarnir er nakað øðvísi enn tað, ið væntað varð at síggja út frá dátum úr øðrum londum. Samanborið við Danmark og Tromsø, er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av papp og pappír eisini er nakað lægri enn í Tromsø. 28 kg av papp og pappíri er tó í meira lagi, tá ið hugsað verður um, at hetta hevur verið skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum í skjótt 20 ár.

Langt tann størsti bólkurin er matleivdir
Í greiningini, sum SMJ gjørdi fyri Tórshavnar kommunu sæst, at matleivdir vanliga liggja millum 40-50% í Danmark og Tromsø. men at kanningin vísir at matleivdirnar vórðu heili 55%. Tær liggja tí nakað omanfyri innihaldið í okkara grannalondum. Hettar eiga vit at hyggja nærmari eftir, hví so er. 

Kanningin vísir sostatt, at skulu vit gera mestan munin og brenna sum minst, so er tað størsta bólkin, matleivdir vit skulu fara eftir. Í fyrsta lagi, skula vit fyribyrgja matspillu nógv meir og at t.d. kaffigrums og annað, ið kann fara beinleiðis í havan ikki fer í ruskposan.

Í øðrum lagi, at finna onnur alternativ til brenniovnin so sum at kompostera, biogassa ella við pyrolysu og fáa orku og ráðevnir úr matinum.

Nógv hava eftirspurt kompostering, og tað vildi undir øðrum fortreytum verið líkatil at farið í holt við. Men tíverri renna vit okkum í lógarverkið og serliga í mun til fyribyrging av spaðing av ridluskriðja, sum ger, at vit í dag ikki kunnu gera yvirskipaða innsavning og endurvinning av matleivdum.

Men vit eiga at fáa lýst økið betri, og serliga hetta við ridluskriðja. Tí spurningurin er, um tað ber til at ala seg úr ridluskriðja, ella minka vandan soleiðs. at til ber at endurvinna ein størri part av matleivdum.

Hettar ein uppløgd granskingarverkætlan, sum kundi verið lykilin til størri endurvinningi av matleivdum.

Tórshavnar kommuna er í gongd við eina royndarverkætlan saman við biogassverkinum Førka, Landsjúkarahúsinum, tveimum hotellum og heilsølum um maturleivdir, ið koma undir bólkin “reint organiskt”, sum verður savnað inn og biogassað. Fyrimunirnir eru ikki einans, at matleivdir verða til orku, men eisini at tøðini verða betri.

Við pyrolysu kolast organiska tilfarið til gass og ráðevnir, har orkutunga pyrolysan við tíðini kann blíva sjálvforsýnandi við framleidda gassinum, og restproduktið verður brúkt at ríka moldina við.

Tað er átroðkandi at finna góðar og skjótar loysnir, soleiðist at vit í Føroyum gera okkara til varðveitan av ráðevnum og margfeldi og minka um okkara co2 útlát. Eisini ynski eg, at kunna verða errin av, at liva í einum landi, har vit endurnýta ella endurvinna sum mest.

Loysnirnar eru nógvar og avbjóðingarnar fleiri, men um vit politikarar, borgarar, land og kommunur arbeiða saman, so røkka vit longur og skjótari.

Øll kanningin verður løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu í næstum, har eisini verður mælt til, at gera fleiri líknandi kanningar, fyri at síggja um geografi og árstíð ávirkar mongdir og býti. 

Bjørg Dam 
Forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo