At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Meðan eg eri við at lata meg í stásklæðir og smoyggi mær slipsi niður um høvdið, tí eg skal til eina veistlu, er eitt stutt “ding” á telefonini.

Hvør man hetta vera?

Jú, hetta er ein heilsan frá Kjartan, og har stendur:

Vildi so fegin eiga okkurt at avreiða nú eg fari um míni 75.

Ájú, eg eri leskaður, sigli til hús uttan av upsarygginum norðan úr Kallinum og havi umleið 3000 pund.

Kanska klári eg til hús, áðrenn fótbóltin í kvøld.

Hvat skuldi eg svara hesum úrmælinginum, sum kemur innan av Norðhavinum, nú hann skal runda tey 75 árini, meðan sjóroki físir yvir bátin.

Hugsaði meg um, jú, hetta skal eg heilsa honum:

Tað er ikki mangur, sum kann runda 75 ára dagin við slíkum fongi.

Tað stendur skrivað um Móses, tá ið hann var farin, at slíkur maður reis ikki aftur í landinum.

Tað verður seinur dagur at nakar ger tær hettar eftir ein seinan oktoberdag .

Góði Kjartan enn einaferð tillukku.

Eg kenni frá unglinga árum, hvussu tínar umstøður vóru: faðirloysingur, og eisini mist systkin, men tú bleiv ein fyrimynd fyri okkara samfelag og fyri tann einstaka, sum vilja hevur, og tað ert tú sanniliga enn!

Tillukku fragi kappi.

Osmund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo