Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-013/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um dialysuviðgerð í Suðuroynni, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær tað verður møguligt at fáa dialysuviðgerð í Suðuroynni?

2. Heldur landsstýrismaðurin tað verða nøktandi, at suðuroyingar saman við familju síni verða noyddir at flyta av oynni, frá húsi og heimi, tí Heilsumálaráðið ikki megnaði at halda orð?

Svar:
Til spurning 1

Á fíggjarlógini fyri í ár eru játtaðar 1 mió. kr. til Suðuroyar sjúkrahús til dialysuviðgerð.

So skjótt sum peningur varð játtaður til endamálið, fór Sjúkrahúsverkið í gongd við at kanna hvørjir møguleikar vóru, og hvussu dialysuviðgerð verður skipað í londunum kring okkum. Ísland og Danmark hava verið nýtt sum kanningarøki, tí hetta eru tey lond, vit meta vera tey, sum líkjast Føroyum og umstøðunum í Føroyum mest. Harafturat eru hetta lond, sum nýta somu tól, sum tey, ið verða nýtt á Landssjúkrahúsinum.

Eitt uppskot til loysn av dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi varð liðugt í síðstu viku, og verður viðgjørt av sjúkrahúsleiðsluni í løtuni.

Sum landsstýrismaðurin áður hevur boðað frá, so verður serlæknakapasiteturin í nýrasjúkum seinni í ár tvífaldaður, tá ein serlækni í nýrasjúkum væntandi verður settur afturat verandi serlækna á Landssjúkrahúsinum. Sambært Sjúkrahúsverkinum fer hetta at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá einsamalla nýralæknanum, soleiðis at dialysuviðgerð kann gerast veruleiki á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Áðurnevnda játtan til Suðuroyar sjúkrahús uppá 1 mió. kr verður, nú omanfyrinevndu kanningar eru lidnar, brúkt til at keypa útgerð fyri. Henda útgerð kemur á Suðuroyar sjúkrahús í ár.

Um alt gongur sum ætlað, kann farast undir at geva dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi í komandi ári.

Til spurning 2
Landsstýrismaðurin metir, at tað er óheppið, tá ið tað verður mett neyðugt hjá sjúklingum at flyta bústað vegna teirra sjúkustøðu, men gongur sum ætlað, kann dialysuviðgerð bjóðast á Suðuroyar sjúkrahúsi í komandi ári.

Heilsumálaráðið, 30. august 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo