Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í dag fríggjadagin 7. og í morgin leygardagin 8. oktober 2022, er forvitnislig framsýning, við heitinum ‘Brot úr heilsusøgu Føroya’, at síggja í Müllers Pakkhúsi í Havn. Á framsýningini verða víst fleiri skjøl, sum finnast á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum, og sum snúgva seg um ymiskt úr heilsusøgu okkara, serliga frá mitt í 1800-talinum til einaferð fyrst í 1900-talinum.

Framsýningin hevur trý undirevni:
- Farsóttir, serliga meslingafarsóttin 1846
- Reinføri um aldarskifti 1900
- Barnsburður og barnadeyði miðskeiðis í 1800-talinum

Umframt hesi evni, ber til at fáa betri innlit í hvørji heilsudáta (heilsuskjøl) ið finnast á goymslum Tjóðskjalasavnsins, og sum stava frá ymiskum heilsumyndugleikum seinastu gott 200 árini.

Nøkur av endamálunum við framsýningini er, at vekja áhugan fyri tí tilfari, sum finst um heilsu og heilsusøgu á Tjóðskjalsavninum, og eventuelt fáa eitt prát um, hvussu brúk av skjølum og skjalarannsóknum kunnu betra um okkara vitan um føroysk heilsuviðurskifti og um føroyska heilsusøgu.

Framsýningin er opin báðar dagar kl. 09.00 – 17.00.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo