Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsuverkið í Kina er undir trýsti í hesum døgum við metnógvum koronasmittaðum.

Hetta greiða fleiri starvsfólk á sjúkrahúsinum Huaxi í býnum Chengdu frá fyri tíðindastovuni Reuters.  

- Eg havi havt hetta arbeiðið í 30 ár, og hetta er tað strævnasta, eg nakrantíð havi upplivað, fortelur ein ambulansuførari.

Uttanfyri skaðastovuna standa fólk í longum bíðirøðum ímillum sjúkrahúsið og eina klinikk, sum liggur beint við. Tey flestu av teimum, sum koma í sjúkrabilum, fáa súrevni.

- Næstan øll tey sjúku hava kovid-19, fortelur ein apotekari á klinikkini.

Zhang Yuhua, ein embætismaður á sjúkrahúsinum Chaoyang í Beijing, sigur, at teir flestu sjúklingarnir eru eldri persónar, sum eru álvarsliga sjúkir og hava kroniska sjúku at dragast við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo