Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Heilsuviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasissjúklingar

Spurningar:
- Hvussu mong eru sloppin við til heilsuviðgerðartúrar til Kroatia árliga seinastu 10 árini í sambandi við giktasjúku?

- Hvussu mong eru sloppin við til heilsuviðgerðartúrar til Kroatia árliga seinastu 10 árini í sambandi við psoriasis?

- Hví eru hesir heilsuviðgerðartúrar um at blíva burtur sum viðgerðarháttur hjá Heilsuverki Føroya?

- Er tað rætt skilt, at bara ein við gikt og eingin við psoriasis sleppur við í ár

- um ja, hvør er grundgevingin og hvørjar eru ætlanirnar frameftir um heilsuviðgerðartúrar fyri fólk við gikt og psoriasis?

- um nei, hvørjar ætlanir eru í ár og frameftir um heilsuviðgerðartúrar fyri fólk við gikt og psoriasis?

Viðmerkingar:
Tað eru sera nógvar sjúkur, sum kunnu raka ein, og nakrar sjúkur eru kroniskar. Heilsuviðgerðir av ymiskum slag kunnu vera við til, at tað betur letur seg gera at hava eitt gott lív, eisini við kroniskari sjúku.

Í umleið 20 ár hevur Heilsuverk Føroya bjóðað fólki við gikt og psoriasis ein heilsviðgerðartúr - fyrstu árini til Ísland fyri sjúklingar við psoriasis, og seinnu mongu árini til Kroatia fyri bæði psoriasis- og giktasjúklingar. Hesir heilsutúrar eru gjørdir í tøttum samstarvi við “Bedre liv” í Danmark.

Hesir viðgerðartúrar hava fyri mong gjørt, at tey hava eitt gott og virkið lív. Eisini kunnu fleiri umgangast heilivág, eitt nú biologiskan heiluvág. Tað eru nógv, sum av ymiskum orsøkum ikki kunnu taka biologiskan heilivág, og fyri tey hevur ein heilsutúrur verið heilt fantastiskur og givið teimum eina lívsgóðsku. Tó skal sigast, at fyri nøkur er biologiskur heilivágur góður og hjálpir.

Tá sjúka rakar er týdningarmikið, at tryggleiki viðvíkjandi viðgerðartilboðum er til staðar. Tí verður hesin spurningur settur.

Á Løgtingi, 19. mai 2022
Edva Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo